2018-10-22 17:03
Ein einsamallur dystur er í Premier League í kvøld, tá Arsenal fær vitjan av Leicester.
Arsenal fekk ikki bestu byrjanina á ársins Premier League tá liðið tapti tveir teir fyrstu dystirnar, men við seks sigrum á rað kann stórfelagið úr London við sigri í kvøld vinna seg upp á triðja pláss í kappingini.
Leicester hevur ikki havt eins góða byrjan á kappingarárið og situr við 12 stigum eftir 8 dystum á 11. plássi í deildini. Meistararnir frá 2015/2016 kappingarárinum hava tó víst, at teir kunnu spæla upp til øll liðini í kappingini, og felagið hevur tørv á einum góðum úrsliti fyri at hanga í ovara enda á talvuni.
Dysturin í kvøld verður spældur klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald