Fyrru áttandapartsfinalurnar í Europa League eru leiktar í kvøld. Talan var um nøkur áhugaverd úrslit:
Dinamo Zagreb - Benfica 1-0 (0-0)
Frankfurt - Inter 0-0
Rennes - Arsenal 3-1 (1-1)
Sevilla - Slavia Prag 2-2 (2-2)
Zenit - Villareal 1-3 (1-1)
Chelsea - Dynamo Kiev 3-0 (1-0)
Napoli - Salzburg 3-0 (2-0)
Valencia - Krasnodar 2-1 (2-0)
Arsenal fekk ein framaná í Fraklandi. Enska liðið byrjaði tó sera væl, tá Alex Iwobi skoraði í 4. minutti. Men stutt fyri hálvleik fekk Sokratis sítt seinna gula korti, og heimasliðið skoraði uppá frísparksstøðuna. Í 2. hálvleiki gjørdi Rennes sær dælt av yvirtalinum. Fyrst gjørdi Monreal sjálvmál, og stutt fyri leiklok økti liðið á 10. plássi í Ligue 1. Harvið hevur liðið hjá Unai Emery ikki nakað gott útgangsstøði til seinna dystin, men tó eitt útivallarmál.
Hitt enska liðið er so gott sum víðari. Chelsea er á veg at koma í gongd aftur av álvara, og í kvøld vann liðið hjá Sarri tryggan heimasigur. Tað vóru kantspælararnir, ið stóðu fyri málunum: Pedro í 1. hálvleiki og síðani Willian og stórtalntið Hudson-Odoi í 2. hálvleiki. Harvið skal Chelsea bara gera arbeiði liðugt í Ukreina.
Villareal fekk eitt gott útgangsstøði í Russlandi og Napoli er so gott sum víðari eftir sannførandi sigur á einum av hálvfinalistunum í gjár. Í Valencia skoraði Rodrigo tvær ferðir fyri steðgin og svenski Claesson í 2. hálvleiki, og í Sevilla komu øll málini í 1. hálvleiki. Inter, uttan Icardi, fekk einki útivallarmál í Frankfurt, meðan Zagreb fekk eitt sera gott útgangsstøð undan túrinum til Portugal.
Returdystirnir verða leiktir komandi hósdag.
Fótbóltur
Arsenal tapti óvæntað í Fraklandi
Liðið hjá Emery skal gera etitt stórt arbeiði á heimavølli um eina viku; hitt London-felagið er so gott sum víðari til fjórðingsfinaluna í Europa League.
Eftir reyða kortið hjá Sokratis kom Arsenal í trupulleikar móti Rennes (Mynd: EPA)
2019-03-07 21:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald