North London grannauppgerðin er fyri lítlari løtu síðani liðug. Arsenal tók ímóti arvafíggindanum Tottenham, og talan gjørdist um ein frálíkan fótbóltsdyst.
Arsenal var trý stig aftanfyri undan dystinum, og hevði tørv á at fáa trý stig fyri at koma í topp-fýra. Heimaliðið kom eisini út við fullum útblástri; høgum og ágangandi trýstið, góðum og skjótum spælið og einum leiðslumálið innafyri tíggju minuttir. Tað var Pierre-Emerick Aubameyang, ið var sera tryggur úr ellivu metrum, eftir at Jan Verthongen gjørdi brotsspark og fekk gult kort.
Trýstið hjá Arsenal helt fram eina løtu afturat, men so át Tottenham seg spakuliga inn í dystin og sló til. Tá hálvur tími var leiktur javnaði Eric Dier, tá hann fekk høvdið á eitt frísparksinnlegg frá Christian Eriksen. Bert tveir minuttir seinni var 2-1 til útiliðið, eftir at Son fór umkoll í brotsteignum og Harry Kane umsetti frá blettinum.
Heimaliðið skuldi líka koma fyri seg, men svaraði væl aftur og bæði liðini søkti eftir næsta málinum. Inntensiteturin og leikferðin var høg, og Arsenal skoraði fjórða málið tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, tá Aubameyang aftur sló til við einum frálíkum málið.
Undirhaldið helt fram; Arsenal var nakað omaná og gjørdi næstan sum Tottenham í 1. hálvleiki. Í 74. minutti legði innskifti Lacazette heimaliðið á odda aftur umvegis eitt Tottenham-bein eftir seinna innlegi frá innskifta Ramsey, og tveir minuttir seinni lukkaði eyðsýndi miðvallarin, Lucas Torreira dystin til stóra frøi á larmandi Emirates-leikvøllinum. Aubmeyang var í hopla og eisini við í hesum málinum.
Fyri at gera ilt verri hjá Tottenham fekk Verthongen sítt seinna gula kort stutt fyri leikllok. Arsenal víst orku, dygd og eginleikan at ssvara aftur og tað tykist sum Unai Emery og hansara menn eru á rætta vegi. Hetta var 19. dysturin á rað hjá Arsenal uttan ósigur (í øllum kappingum) Við sigirinum yvirhálað teir grannarnar uppá málúrtøku.
Fyrr í dag vann Chelsea í einari minni dramatiskari London-uppgerð móti Fulham. Pedro legði heimaliðið á odda beinanvegin og innskifti Loftus-Cheek lukkaði dystin í 82. minutti. Chelsea er harvið á triðja plássið.
Chelsea – Fulham 2-0 (1-0)
Arsenal – Tottenham 4-2 (1-2)
16.15: Liverpool - Everton
Støðan í oddinum:
Manchester City 38 (14 dystir)
Liverpool 33 (13 dystir)
Chelsea 31 (14 dystir)
Arsenal 30 (14 dystir)
Tottenham 30 (14 dystir)
Everton 22 (13 dystir)
Fótbóltur
Arsenal vann í undirhaldandi grannauppgerð
Tottenham var á odda í hálvleikinum, men Arsenal vendi dystinum og vann uppiborið..
2018-12-02 16:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald