Fótbóltur

Ársins fyrstu 11 hjá Håkani

Gunnar Nielsen skal verja málið móti Gibraltar, Vatnhamar-brøðurnir vera á sentrala miðvøllinum, Gilli Rólantsson verður aftur at síggja á vonginum, og fremstir á føroyska liðnum frá byrjan vera liðformaðurin Hallur Hansson og Klæmint Andrasson Olsen, ið kann seta málmet.

Landsliðsvenjarin Håkan Ericson til venjing á Marbella, har føroyska A-landsliðið við monnum seinastu dagarnar hevur verið á venjingarlegu (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Landsliðsvenjarin Håkan Ericson til venjing á Marbella, har føroyska A-landsliðið við monnum seinastu dagarnar hevur verið á venjingarlegu (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2022-03-26 16:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Håkan Ericson, landsliðsvenjari hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í venjingardystinum móti Gibraltar, sum verður á Victoria Stadion í Gibraltar í dag klokkan 17:00, føroyska tíð.

Gunnar Nielsen verður í mál, og verjuna manna Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Hørður Askham og Rene Shaki Joensen. Á sentrala miðvøllinum vera Vatnhamar-brøðurnir, Sølvi og Gunnar, og í hvør sínum borði vera Meinhard Egilsson Olsen og Gilli Rólantsson Sørensen. Fremstir á føroyska liðnum frá byrjan vera Hallur Hansson og Klæmint Andrasson Olsen.

Á bonkinum byrja Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhague, Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen, Sonni Ragnar Nattestad, Jóannes Bjartalíð, Rógvi Baldvinsson, Heðin Hansen, Petur Knudsen, Patrik Johannesen, Adrian Justinussen og Jákup Biskopstø Andreasen.

A-landsliðið við monnum hevur einaferð áður spælt altjóða skrásettan A-landsdyst móti Gibraltar. Tað var 1. mars í 2014, og tá gjørdist úrslitið 4-1 til Føroyar. Málskjúttar vóru Christian Lamhauge Holst, ið skoraði tvey, Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson.

Sigurin ta ferðina kundi saktans verið væl størri, um okkara vóru eitt sindur neyvari og hepnari. Millum annað sendi Fróði Benjaminsen brotsspark omanfyri málið stutt fyri hálvleik.

A-landsliðið er í løtuni á venjingarlegu í Marbella í Spania, og umframt at spæla móti Gibraltar, skal føroyska liðið eisini royna seg móti Liktinstein. Tann dysturin verður á Pinatar Arena í Murcia týsdagin 29. mars klokkan 16:00, føroyska tíð.

Fótbóltssamband Føroya

Dysturin kann síggjast í Kringvarpinum, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá Victoria leikvøllinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder