Hondbóltur

Ársins ítróttanavn: - Vilja til endaspæl hvørt ár og standa okkum betri og betri

Jana Mittún og liðfelagarnir kunnu í kvøld so at siga vinna seg til EM-endaspælið í desember. Sjálvandi er tað stórt at fáa ein slíkan heiður, men haldi liðið líka so væl kundi vunnið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-08 09:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er altíð deiligt at koma heim - og kanska serliga at vera í Hoyvík.

Hetta var tað fyrsta, sum Jana Mittún staðfesti, tá Portalurin setti henni stevnu í sambandi við landsliðsvenjingin í Hoyvíkshøllini síðsta sunnudag.

Hendan tann fyrsta í sambandi við EM-undankappingardystirnar móti Portugal - tann sum var við Tjarnir mikudagn, har Føroyar, og tann sum er í dag: Sunnudagin 8. mars klokkan 17 her í Porto 

Myndir: EM-pláss er uppá spæl í Portugal

Sí eisini: Súna: Møguliga trý endaspøl á rað - hevði ikki trúð tí fyri nøkrum árum síðani

22-ára gamla hoyvíkskvinnan setti til seinast i samrøðun orð á hesar lykladystirnar,men áðrenn tosaðu vit um farna HM-endaspælið, málini hjá landsliðnum og tað at verða Ársins Ítróttanavn í Føroyum fyri 2025 og

Sí samrøðu við Janu Mittún ovast og les meira niðanfyri

Um at spæla í Viborg og at hava longt sáttmála har

- Eg trívist øðiliga væl í Viborg, spæli við dugnaligum spælarum og haldi at tað er tað rætta staðið fyri meg nú.

[object Object]

Um málið at vera til endaspæl hvørt ár og standa seg betri og betri

- Tað er hugnaligt at brúka desember mánaða saman við hesum gentunum. Vit eru motiveraðar til meira og meira...vit vilja halda fram at spæla okkum til endaspøl og standa okkum uppaftur betri har. Vit eru sjálvandi glaðar fyri tað, vit gjørdu til HM, men har eru eisini ting, sum vit kunnu gera betri. Tað er eisini tað, sum flytir okkum, og vit sóu hvat bar til í Týsklandi.

At líta aftur til HM-endaspælið og at hittast aftur

HM er lagt á hillina eina løtu, men nú vit síggjast aftur, merkir man øðiliga væl, at allar eru spentar at spæla landsdyst aftur. Trúgvi at vit allar hava sæð hatta klippið móti Spania rættiliga ofta, og um man manglar motivatión til onkran dyst, so kann tað hjálpa at síggja tað.

[object Object]

Um at gerast Ársins Ítróttanavn 2025

- Sjálvandi er tað stórt at fáa ein slíkan heiður, og eg eri øðiliga stolt og glað. Men nú eri eg jú partur av einum liði, og tað er tað hondbóltur er: Ein liðítróttur. Og eg haldi jú, at liðið hjá mær líka kundi fingið hendn heiðurin. Tað vit saman hava megnað á serliga landsliðnum er øðiliga stórt, og tað er so nógv annað, sum spælir inn enn hvussu eg havi avrikað.

Um at spæla seg til EM

 Allar eru svangar eftir meira, og nú snýr tað seg fyrst og fremst um at koma víðari úr hesari undankappingini. Tað hevði verið deiligt at ikki spælt um at gerast besti trý'ari, men kanska at koma tryggari til EM hesaferð. Men vit taka ein dyst at gangin.

Hoyr samrøðuna við Janu Mittún ovast

Portalurin og FM1 eru á staðnum í Porto og siga millum annað frá og hava beinleiðis blogg, við myndum, undir dystinum sunnudagin klokkan 17. Samrøður og annað vera eisini á staðnum

Á gáttini til enn eitt endaspæl: Landsliðið fyllur meira og meira og samanhaldið er serstakt

----------------------------------------

EM-undankapping, bólkur 4

Støðan í bólkinum eftir trý umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 2 stig

Sunnudagin 5. mars - 4. av seks umførum:
17.00: 
Montenegro - Ísland
Portugal - Føroyar

Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisini víðari, tí liðini í so stóran mun taka stig hvør frá øðrum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder