Hondbóltur

Myndir: EM-pláss er uppá spæl í Portugal

Føroysku kvinnurnar hava havt sína seinastu venjing undan dystinum, sum verður í Matosinhos í morgin klokkan 17. Sí myndir.

Gott lag í føroysku leguni (Mynd: Sverri Egholm)

Gott lag í føroysku leguni (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-07 18:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Porto, Portogal (Portalurin): Hetta er ein "gammeldags" og lítið snøgg høll, sum í roynd og veru liggur uttanfyri Porto.

"Centro de Desportos e Congressos de Matosinhos" verður vónandi karmur um løtuna, tá Føroyar spæla seg til triðja endaspælið á rað á kvinnusíðuni.

Hoyr eisini: Á gáttini til enn eitt endaspæl: Landsliðið fyllur meira og meira

Tað endaði 25-21 við Tjarnir, tá liðini hittust mikukvøldið. Verju-og málverjuspælið var ógvuliga gott, men tað var eisini hvesst í dag - eins og álopið, sum skal síggja betri út sunnudagin, um tvey stig skulu í hús aftur.

Allar eru tøkar - tó kann liðskiparin Pernille Brandenborg ikki spæla fult út enn. Sterki strikuspælarin og miðverjin hevur verið úti við skaða í økslini í yvir ein mánaða av árinum.

Sí myndir, sum Sverri Egholm tók í dystarhøllini í Portugal, niðast

Vinna Føroyar er tað umleið 99 prosent vist, at liðið skal til í EM-endaspæl í desember.Portalurin og FM1 eru á staðnum og siga millum annað frá og hava beinleiðis blogg, við myndum, undir dystinum sunnudagin klokkan 17

Sí eisini: Vár: - Vit skulu bara eftir at vinna aftur móti Portugal

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder