Fótbóltur

Ársins stjørnuskot í KÍ gjørt nýggjan sáttmála

17 ára gamli Óli Eyðsteinsson Poulsen, ið gjørdi vart við seg farna kappingarár, hevur skrivað undir eina trý-ára avtalu við barndómsfelagið.

Óli Eyðsteinsson Poulsen, her í dyst móti AB, har hann fekk ein sínum málum í ár
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Óli Eyðsteinsson Poulsen, her í dyst móti AB, har hann fekk ein sínum málum í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-07 08:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ boðaði í gjárkvøldið frá, at felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við leikaran, sum varð valdur til ársins stjørnuskot á besta mansliðið felagsins við kappingaenda. 

Óli Eyðsteinsson Poulsen fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá KÍ í ár. Hann var bert 16 ára gamal við kappingarárbyrjan. Hann leikti 24 dystir í Betri-deildini, har hann skeyt fýra mál. Óli røkti fleiri pláss, og hevur eisini í 2018 umboða U19-landsliðið hjá Føroyum

Talan er um ein langan sáttmála eftir føroyskum mátistokki. Óli og KÍ hava gjørt avtalu, ið er galdandi fram til og við 2021. 

Keldur: Norðlýsið og FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder