Lagt var upp til eitt satt brak í dagsins fyrsta Premier League-dysti. Tottenham og Arsenal settu gongd í 29. umfar, og talan var um eitt North London derby við inntensiteti, drama, brotsspørkum og reyðum korti.
Í 1. hálvleiki var tað heimaliðið, ið sat meira á tí. Tottenham hevði bóltin væl meira, meðan Arsenal meira lá og bíðaði, og satsaði uppá mótálop. Hetta gav úrslit hjá Emery og hansara liðið eftir eitt korter. Davinson Sanchez sá ógvuliga klossutur út, og so hevði Aaron Ramsey eina heila hálvu fyri seg sjálvan. Walisiski miðvallarin, ið skiftir til Juventus í summar, var ísakaldur einsamallur við Lloris, og so var 1-0.
Tottenham hevði nakrar vandamiklar støður undan steðginum, og í 43. minutti hevði burdi Eriksen skorað, tá Kane spældi hann púra frían, og síðani hevði Bernd Leno eina framúr bjarging, tá Sissoko royndi seg. Tottenham helt á við at royna at trýsta í 2. hálvleiki, meðan Arsenal hevði møguleikar at økja. Tað var opið og ógvuliga inntenst á Wembley
Í 72. minutti hevði Tottenham fríspark til høgru. Eriksen sendi bóltin væl innfyri, og har skumpaði Mustafi Kane í ryggin. Brotssparkið var rætt dømt, men har skuldi verið veittrað fyri rangstøðu framanundan. Áleyparin hjá Tottenham var, sum vanligt, tryggur úr ellivu metrum, og Kane skoraði fyri fyrstu ferð, síðani hann kom aftur frá skaða.
Tað sá út til at enda við javnleiki, men í 89. minutti fekk Arsenal ein gyltan møguleika. Innskifti Aubameyang fekk ein bólt í dýbdina, og dómarin metti, at Sanchez skumpaði hann. Brotsspark, men hesaferð varð tað ikki útnyttað. Lloris bjargaði royndi frá Aubameyang, og í øðrum førum var royndin blokerað í málteiginum. Dramaði helt fram, tí í yvirtíðini fekk innskifti Torreira beinleiðis reytt kort fyri takkling, sum hann framdi ímóti Danny Rose.
Úrsliti hevur við sær, at stríðið um Champions League-plássini kann harðna, um United og Chelsea vinna. Manchester United tekur ímóti Southampton um eina løtu, og kann koma uppá fjórða plássi við einum sigri. Chelsea spælir London-uppgerð ímóti Fulham í morgin.
Tottenham - Arsenal 1-1 (0-1)
0-1 Aaron Ramsey
1-1 Harry Kane (br.)
15.00: Bournemouth - Manchester City
Brighton - Huddersfield
Burnley - Crystal Palace
Manchester United - Southampton (6'eren/Viaplay)
Wolves - Cardiff
17.30: West Ham - Newcastle (6'eren/Viaplay)
Støðan:
1 |
Liverpool |
|
69 stig |
2 |
Manchester City |
|
68 stig |
3 |
Tottenham Hotspur |
|
61 stig |
4 |
Arsenal |
|
57 stig |
5 |
Manchester United |
|
55 stig |
6 |
Chelsea * |
|
53 stig |
7 |
Watford |
|
40 stig |
8 |
Wolverhampton |
|
40 stig |
9 |
Everton |
|
36 stig |
10 |
West Ham |
|
36 stig |
11 |
Leicester |
|
35 stig |
12 |
AFC Bournemouth |
|
34 stig |
13 |
Newcastle |
|
31 stig |
14 |
Crystal Palace |
|
30 stig |
15 |
Burnley |
|
30 stig |
16 |
Brighton & Hove Albion * |
|
27 stig |
17 |
Southampton |
|
27 stig |
18 |
Cardiff |
|
25 stig |
19 |
Fulham |
|
17 stig |
20 |
Huddersfield Town |
|
14 stig |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald