Fótbóltur

Arvafíggindauppgerð við nógvum uppá spæl

HB er fimm stig frammanfyri KÍ undan brakinum í Gundadali og kann renna avstað frá hinum við sigri á føroyameistarunum.

Talan kann gerast um áttanda sigurin av átta gjørligum til oddaliðið, tá HB í kvøld tekur ímóti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Talan kann gerast um áttanda sigurin av átta gjørligum til oddaliðið, tá HB í kvøld tekur ímóti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-17 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Onkuntíð hevur nógv skilt liðini á stigatalvuni. Hetta hevur til dømis verið nógv av árunum í hesari øldini, har HB hevur verið langt frammanfyri KÍ. Tó hava klaksvíkingar fleiri av seinastu árunum verið nakað frammanfyri, og tá KÍ vann 3-1 við Djúpumýrar tann 1. september í fjør, var tað eitt stórt og umráðandi fet móti fyrsta FM-heitinum hjá KÍ i 20 ár.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Uppgerðirnar hava altíð stóran týdning fyri feløgini, og ein ávísur nervi og inntensitetur plagar at vera í uppgerðunum. Hesaferð hevur dysturin sera stóran týdning fyri stigatalvuna, og serliga KÍ og liðini sum jagstra HB. Liðið hjá Jens Berthel Askou hevur fult stigatal eftir sjey umfør og hevur sæð sannførandi út. Eftir úrslitið í Gundadali í gjárkvøldið (B36 - NSÍ 1-1) er møguleikin nú veruliga har fyri at sleppa avstað.

Víkingur og B36 vórðu sett til viks við 4-2 sigrum, og nú vitja føroyameistararnir. Heðin Hansen fór út við skaða, og tað verður helst Delphin Tshiembe, sum avloysir hann undir liðini á Bartal Wardum.

Hjá KÍ er Deni Pavlovic tøkur aftur, og spurningurin er um serbin kemur inn aftur á liðið og hvar. KÍ hevur ikki fingið heilt nóg mikið av úrttøku í topp-fimm dystunum higartil (4 stig í trimum dystum á heimavølli), og HB er fimm stig frammanfyri. Í kvøld hevur liðið hjá Mikkjali Thomassen ikki ráð til at tapa, og lagt er upp ein sera javnan og spennandi dyst.

Vit verða á staðnum, har vit dagføra beinleiðis og hava myndir. Aftaná taka vit samanum og gera samrøður.

Í kvøld - mikukvøldið 17.06: 
18.00: 
Skála - TB

19.00: 
HB - KÍ 
Víkingur - ÍF

Í gjár: 
B36 - NSÍ 1-1 (1-0)
3' Sebastian Pingel (Árni Frederiksberg) 1-0
67' Petur Knudsen (Jann Benjaminsen) 1-1

B36 (4-2-3-1): Rói Mørk Hentze - Erlendur Magnusson, Andrias Høgnason Eriksen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard (80' Benjamin Heinesen) - Eli Falkvard Nielsen, Stefan Radosavljevic (85' Brian Jakobsen) - Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel

Venjari: Jákup á Borg

NSÍ (5-3-2/3-5-2): Tórður Thomsen - Bárður Jógvansson Hansen (61' Pætur Hentze), Jóhan Troest Davidsen, Oddur Árnasson Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jann Julin Benjaminsen - Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Búi Egilsson (40' Aron Knudsen) - Petur Knudsen (90' Steffan Ábrahamsson Løkin)

Venjari: Glenn Ståhl

Myndir: B36 - NSÍ
Pingel: Hetta var tjóvarí
Petur Knudsen: Nøgdir við eitt stig

AB - EB/Streymur 1-1 (1-0)
39' Janus Svabo Samuelsen 1-0
90' Niklas Kruse 1-1

Myndir: AB - EB/Streymur

Støðan: 
1. HB (21 stig) 
2. NSÍ (17 stig) *
3. KÍ (16 stig)
4. B36 (16 stig) *
5. Víkingur (11 stig) 
6. ÍF (10 stig) 
7. EB/Streymur (7 stig) *
8. AB (3 stig) *
9. TB (2 stig)
10. Skála (1 stig) 

* Ein dyst fleiri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder