Fótbóltur

Aserbadjanar høvdu ikki nógv at siga

Heimaliðið er til reiðar at koppa føroyingunum aftur.

Gurban Gurbanov var róligur og fortaldi ikki so nógv á tíðindafundinum í dag
(Mynd: Sverri Egholm)

Gurban Gurbanov var róligur og fortaldi ikki so nógv á tíðindafundinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-16 18:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Baku, Aserbadjan (Portalurin) - Mótstøðuliðið hjá Føroyum hevði tíðindafund eftir venjingina hjá føroyingunum á stóra leikvøllinum í Baku.

Høvuðsvenjarin, Gurban Gurbanov, ið eisini venur størsta felagið í Aserbadjan, Qarabaq, hevði ikki nógv uppá hjarta. Hann gjørdi tó greitt, at hansara lið kennir seg væl undan uppgávuni, og at teir eru til reiðar til í annaðkvøld.

Dysturin hevur nógv at siga, tí Aserbadjan er tvey stig frá Kosovo og fyrsta plássinum í bólkinum. Kosovo hevur heimavølli móti Malta í morgin.

Miðlarnir vóru í spurningunum inni á, at Aserbadjan í løtuni fær betri úrslit á útivølli á heimavølli; millum annað vann Aserbadjan 3-0 í Føroyum. 46-ára gamli Gurbanov segði, at tað var jaligt, at liðið gjørdi tað væl á útivølli, men at í morgin eru teir uppsettir uppá at vinna á heimavøllinum í Baku.

Eitt sermerkt við tíðindafundinum var, at tað varð tosað á týskum umframt á enskum og aserbadjanskum. Áleyparin Rufat Dadashov varð føddur í Baku men vaks upp í Týsklandi og tosar týkst. Hann hevur einans spælt í Týsklandi, har hann í løtuni spælir í  SC Preußen Münster, ið er í oddinum í triðbestu deildini. Dadashov skoraði í vikuskiftinum, men spurdur um hann fór at skora aftur hesuferð, so segði hann, at tað fór hann so at royna, men at tað ikki er umráðandi hvør skorar, men at liðið vinnur.

27-ára gamli áleyparin, ið er skrásettur fyri 18 landsdystir og 4 mál, fekk eisini ein spurning um styrkina hjá føroyingum í samband við deyðbóltar. Hann vísti á, at aserbadjanar eru eru sterkir í slíkum støðum, og at tað ikki fór at vera ein trupulleiki.

Samanumtikið ikki nakar lívligur tíðindafundur, men boðskapurin er rímiliga greiður: Aserbadjan er til reiðar og skal hava trý stig í morgin.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder