Hjá Manchester United tykist tað at ganga ímóti ljósari tíðum. Liðið hevur ikki tapt, síðani Ole Gunnar Solskjær tók við í desember, og harvið er United veruliga við í stríðnum um topp-fýra nú. Harafturat er United í 5. umfari í FA Cup eftir sigur á útivølli ímóti Arsenal.
Í seinastu viku longdi Anthony Martial um sáttmálan við felagið. Fimm-ára sáttmálin var eitt stórt pluss fyri felagið, tí evnaríki fraklendingurin tyktiskt at vera á veg burtur frá felagnum í summar. Nú er ein annar sáttmáli á veg, og talan er um Ashley Young, ið hevur verið liðformaður, nú Antonio Valencia hevur verið nógv uttanfyri í ár.
Ashley Young kom til felagið úr Aston Villa fyri 17 milliónir pund í 2011. Hann hevur vunnið Premier League, FA Cup, Europa League og Liga Cup við United. Young kom sum ein vongur men er umskúlaður til bakk, og hann kan røkja bæði bakk-plássini.
Undir Solskjær hevur Young spælt í øllum dystunum uttan tveimum. Í Desember segði hann, at tað er upp til felagið, um hann skal fáa ein nýggjan sáttmála, men at hann sjálvur ynskir at verða verandi. Tá segði 33-ára gamli onglendingurin, at hann føldi seg, sum hann var 21-ára gamal, og so leingi beinini halda til at renna aftur og fram, so ynskir hann, at framtíðin skal vera á Old Trafford.
Manchester United er eisini í samráðingum við Marcus Rashford um at leingja hansara sáttmála. Lokali leikarin er í stórformi í løtuni, og hevur veruliga blomstra undir Solskjær. Sáttmálarnir hjá Juan Mata, Phil Jones og Ander Herrera ganga út í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald