Sunnudagin vóru Rynkeby-súkklararnir á vitjan við Margáir. Súkklað varð úr Streymnesi til Klaksvíkar og aftur til Streymnesar. Tá komið varð aftur, bjóðaði Sunda kommuna til móttøku í hølunum hjá EB/Streymi, har millum annað røður vórðu hildnar.
Myndir: Sunda kommuan
Eina av røðunum hevði Eyðstein Zachariasen, næstformaður í EB/Streymi. Har kunnaði hann um, at felagið hevur avgjørt, at tær áskoðarainntøkur, sum koma inn til dystin í Betrideildini móti HB sunnudagin fara óskerdar til Team Rynkeby Føroyar.
- Sum ítróttarfelag fáast vit nógv við at styrkja fysisku og mentalu vælveruna hjá børnum og ungum – men tá sjúka rakar koma vit til kort! Tí seta vit stóran prís uppá slíkar felagskapir sum Team Rynkeby, og vit vilja tí fegin geva okkara íkast til tað stóra og týdningarmikla arbeiði tey gera.
Team Rynkeby er eitt altjóða vælgerðarsúkklulið, sum hvørt summar súkklar til París við tí endamáli at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra. Í ár hevur verið súkklað runt í Føroyum ístaðin, orsakað av at Tour de France var avlýst vegna koronastøðuna.
Les eisini: Team Rynkeby: 400 kilometrar kring Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald