Fótbóltur

Áskoðarar verða helst aftur til Premier League-dystir í oktober

Tað er tó ein fyritreyt, at royndirnar við hesum ganga væl. Hetta segði Boris Johnson á tíðindafundi í dag.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-17 19:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani Premier League byrjaði aftur fyri einum mánaða síðani, eru allir dystirnir leiktir uttan áskoðarar. Soleiðis hevur verið í allarflestu deildunum, ið eru byrjaðar aftur, hóast vit í Føroyum hava áskoðarar til dystir, og at tað í Danmark er eitt avmarkað tal.

Hetta kappingarárið verður av skjótt, og tað nýggja byrjar 12. september. Fyrstu umførini av 2020/2021 kappingarárinum verða leikt uttan áskoðarar, men ætlanin hjá myndugleikunum er, at í oktober verða áskoðarar aftur á leikvallunum kring Ongland. Hetta kunngjørdi Boris Johnson, forsætisráðharri, á tíðindafundi í dag: 

- Fra 1. august vil vi igen have indendørs forestillinger for publikum, hvis forsøgene går godt. Vi vil også forsøge med større forsamlinger på sportsstadioner med henblik på en større genåbning i efteråret.

- Frá oktober ætla vit at fáa áskoðarar inn á leikvallirnar aftur. Tað skal gerast á ein tryggan hátt, og bert um royndirnar við hesum eydnast væl

Hesar royndirnar verða gjørdar skjótt. 

Boris Johnson legði eisini dent á, at tað er umráðandi at leiðreglurnar verða fylgdar, um alt skal gerast meira vanligt hjá bretum. Annars kann tað ganga galið aftur, sum tað hevur gjørt í øðrum londum, vísur forsætisráðharrin á.  

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder