Annað

Áskoðari misti sjónina í eina eyganum til heimsins størstu golfkapping

Nú umhugsar Corine Remande at saksøkja Ryder Cup.

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2018-10-02 11:49 Author image
Ari av Rana
placeholder

Corine Remande var farin allan vegin úr Egyptalandi til USA fyri at síggja stóru Ryder Cup kappingina í golfi, men tað verður neyvan góða spælið í heimsins størstu golfkapping, sum Corine fer at minnast.

Á sætta holinum í fyrsta degnum gekk galið, tá amerikanska golfstjørnan Brooks Koepka sló bóltin, og rakti 49 ára gomlu Corine Remande í eygað.

- Læknarnir siga, at eg havi mist sjónina í eyganum. Ein skanning vísti stóran skaða á eygnaholuna, og at eygnasteinurin er brostin, segði Corine við BBC.

Nú umhugsar Corine at saksøkja fyriskipararnar av Ryder Cup.

- Tað er týðiligt, at fyriskipararnir mugu taka ábyrgd í málinum. Ongin ávaraði okkum um at bólturin var á veg móti áskoðarunum. Meiri enn nakað annað ynski eg, at teir gjalda útreiðslurnar fyri viðgerðina, sum er neyðug fyri at eg kann tryggja meg móti infektiónum, segði Corine Remande.

28 ára gamla golfstjørnan Brooks Koepka fór yvir til Corine Remande at vita um hon hevði tað gott. Hon lat sum um at alt var í ordan, so at hann ikki misti fokus á dystin, hann gav henni ein handska við sínari undirskrift, og spældi víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder