Fótbóltur

Ásla Johannesen ikki tøk til dystirnar í desember

Smeitur fyri landsliðið at liðskiparin ikki kann spæla tveir teir seinastu dystirnar í hesari Nations League-kappingini. Margit Magnusdóttir er nýggj í hópinum.

Tað er av persónligum ávum, at liðskiparin Ásla Johannesen ikki er tøk (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er av persónligum ávum, at liðskiparin Ásla Johannesen ikki er tøk (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-14 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Signe Pries Andersen hevur úttikið 20 spælarar til UEFA Nations League dystirnar móti Montenegro og Aserbadjan, sum vera á útivølli tíðliga í desember.

Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya í dag.

Talan er um teir báðar síðstu dystirnar hjá Føroyum í hesari fyrstu UEFA Nations League hjá kvinnum. Útidystirnir móti Montenegro og Aserbadjan eru á skránni ávikavist 1. og 5. desembur. Við teimum verður síðsta punktum fyri føroyska landsliðsárinum 2023 eisini sett.

Venjarin hevur nú sett navn á tær 20, ið eru boðsendar til ársins síðstu landsliðsuppgávur. Ein broyting er gjørd í hópinum í mun til seinast.

- Av persónligum orsøkum er liðskiparin, Ásla Johannesen, ikki tøk hesaferð, og í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Margit Magnusdóttir úr 07 Vestur.

Sanna Svarvadal er framvegis úti við skaða.

Hópurin
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, FC Thy Thisted Q (Danmark)
Mona Rasmusdóttir, FC Thy Thisted Q (Danmark)
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Ása Stórá Carlsen, HB Tórshavn
Fridrikka Maria Clementsen, HB Tórshavn
Sunneva Willemoes, HB Tórshavn
Margit Magnusdóttir, 07 Vestur
Maria Vinjardsdóttir Johansen, KÍ Klaksvík
Rebekka Benbakoura, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Margunn Lindholm, NSÍ Runavík

[object Object]
Margit Magnusdóttir úr 07 Vestur, ið higartil er skrásett fyri tveir A-landsdystir, er úttikin til UEFA Nations League dystirnar móti Montenegro og Aserbadjan - (Mynd: Bjarni Enghamar)

Føroyar hava tapt allar sínar fýra dystir í Nations higartil - allar við einum máli. 

5. umfar
1. desember
Montenegro - Føroyar

6. umfar
5. desember
Aserbadjan - Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder