Fótbóltur

Aston Villa er nú frammanfyri Watford

Felagið úr Birmingham vann á Arsenal í gjárkvøldið og er nú omanfyri strikuna. Watford tapti greitt móti Manchester City - stríðið um at yvirliva í Premier League er gróthart og tætt.

Trezeguet skoraði einsamalla málið í dystinum á Villa Park í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Trezeguet skoraði einsamalla málið í dystinum á Villa Park í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2020-07-22 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld verður Premier League-steypið handað til Liverpool. Tað er eftir dystin á Anfield móti Chelsea. Tað var Chelsea, ið sló seinasta seymin í kistuna hjá Manchester City 25. juni, og harvið var endaliga greitt, at Liverpool hevði vunnið Premier League á fyrsta sinni. 

Seinasta mánaðin hevur tað tó framvegis verið stórur spenningur í Premier League, tí tað hevur verið tætt í stríðnum um seinastu Champions League-plássini og um at yvirliva í deildini. 

Í gjár vóru tveir lykladystir viðvíkjandi tí seinna á skránni. Talan var um tveir dystir í næstseinasta umfari vórðu leiktir. Arsenal spældi seg leygardagin í FA Cup finaluna eftir eitt frálíkt avrik móti Manchester City, har næmingurin (Arteta) vann á lærumeistaranum (Guardiola), og Pierre-Emerick Aubameyang skoraði bæði málini. Í gjár vitjaði liðið úr London á Villa Park

Um tað vóru "steypatimburmenn", ella bara tað at Villa hevði nógv meira at spæla fyri, ið gjørdi seg meira galdandi, er óvist, men heimaliðið vann 1-0 í gjárkvøldið og tað var ikki óuppiborið á nakran hátt. Einsmalla málið í dystinum skoraði Trezeguet, tá hann smekkaði ein leysan bólt í málið í samband við hornaspark. Hóast onkran góðan Arsenal-møguleika hevði Villa fleiri møguleikar at økja og vann sær trý stig, ið kunnu gerast lívsneyðug. 

Tað er serliga Watford, ið Aston Villa kappast við. Watford valdi sunnudagin at koyra sín triðja venjara hetta kappingarárið. Tað var tí ikki Nigel Pearson, sum stóð á odda fyri liðnum í gjárkvøldið. Tað var fyri aðru ferð í ár Hayden Mullins, ið annars er venjari hjá næstbesta liðnum hjá Watford, ið fyribils hevði ábyrgdina. Teir í gulum høvdu ongan tó so at siga ongan møguleika móti City, ið vann 4-0 eftir millum annað tvey Sterling-mál í 1. hálvleiki.

Harvið eru Villa og Watford jøvn í stigum. Bæði hava 34 stig, men málúrtøkan hjá Aston Villa er betri: - 26 í mun til -27 og umframt hetta hevur Villa skorað fleiri mál. Bournemouth hevur -27 í málúrtøku og er trý stig aftanfyri Villa og Watford. Liðið úr Suðuronglandi kann harvið halda sær uppi við sigri á Everton í seinasta umfari, samstundis sum Villa tapir úti móti West Ham og Watford úti móti Arsenal, og samstundis sum tað passar við málunum. Tað kann harvið gerast sera spennandi sunnudagin, men tað er Aston Villa, sum í løtuni hevur fyrimunin.

Premier League 37. umfar
21.07 - í gjár
Aston Villa - Arsenal 1-0 (1-0)
Watford - Manchester City 0-4 (0-2)

22.07 - í kvøld
18.00: Manchester United - West Ham
20.15: Liverpool - Chelsea

Støðan í botninum undan seinasta umfari: 
17. Aston Villa 34 stig (-26)
18. Watford 34 stig (-27)
19. Bournemouth 31 stig (-27)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder