Watfor stríðist fyri at yvirliva í Premier League, har teir hava trý stig niður til strikuna, nú tveir dystir eru eftir.
Tað verður ikki Nigel Pearson, sum skal stýra liðinum teir seinastu avgerandi dystirnar. Felagið hevur nevniliga valt, at siga hann úr starvi. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari.
Pearson er tann triði venjarin, ið er uppsagdur av Watford hetta kappingarárið. Undan honum hava Javi Gracia og Quique Sanche Flores eisini fingið fótin
Tað verður U23 vejarin Hayden Mullins, sum skal standa á odda fyri liðinum teir báðar seinastu dystirnar, sum eru ímóti Manchester City og Arsenal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald