Ein av heilt jaligu søgunum í Premier League í ár hevur verið Astin Villa. Stolta felagið, sum á seinasta leikdegi farna kappingarár bjargaði sær lívinum, hevur í ár gjørt vart við seg við millum annað einum 7-1 sigri á meistarunum Liverpool.
Eftir ein niðurtúr hevur gongdin aftur veirð góð í desember og við sigrinum á Crystal Palace í dag er úrttøkan seinastu fýra dystirnar 10 stig - Villa hevur ikki tapt síðani 30. november.
![]()
Traore og Watkins fegnast um 1-0 málið. Fyrrveradi Lyon-áleyparin skoraði annan dystin á rað og er harvið av álvara komin í gongd fyri Villa (Mynd: EPA)
Eins og í seinasta umfarið kom Aston Villa á odda í 5. minutti, Bertrand Traore og Anwar El-Ghazi skoraðu, og tað endaði 3-0. Men í mun til móti West Bromwich var tað Villa, ið fekk reytt kort í 1. hálvleiki. Tað var stóri og stinni miðverjin, Tyrone Mings, ið fekk sítt seinna gula kort beint fyri stegðin. ![]()
Tvey gul kort innan fimm minuttir, og so var tað farvæl til Tyrone Mings (Mynd: EPA)![]()
Innskifti Hause skorar her til 2-0 (Mynd: EPA)
Tá var støðan 1-0, men ístaðin fyri at Crystal Palace tók yvir, so skoraði heimaliðið tvær ferðir eftir stegðin. Aston Villa er harvið væl við í stríðnum um evropeisku plássini - 25 stig eru komin til høldar í 13 dystum. Palace hevur tapt samanlagt 10-0 í sínum seinastu tveimum dystunum.![]()
Roy Hodgson kann ikki vera nøgdur (Mynd: EPA)
Southampton vitjaði í London. Har kom einki mál, men útiliðið fekk tvey mál kolldømd seinasta korterið vegna rangstøðu. Um tað hevði eydnast liðnum hjá Hassenhütl at vunnið, hevði tað ligið á 4. plássi eftir umfarið.
Um eina løtu er London uppgerð á skránni á Emirates leikvøllinum.
Premier League 15. umfar
2. jóladag
Leicester - Manchester United 2-2 (1-1)
23' Marcus Rashford 0-1
31' Harvey Barnes 1-1
79' Bruno Fernandes
85' Jamie Vardy (sjálvmál)
Les eisini: Røðin hjá United støðgaði í Leicester
Aston Villa - Crystal Palace 3-0 (1-0)
5' Bertrand Traore 1-0
66' Kortney Hause 2-0
76' Anwar El-Ghazi 3-0
Reytt kort: Tyrone Mings (45' - seinna gula)
Fulham - Southampton 0-0
17.30: Arsenal - Chelsea
20.00: Manchester City - Newcastle
Sheffield United - Everton
Støðan í ovara parti - flestu liðini hava spælt 14 dystir
1. Liverpool 31 stig
2. Leicester 28 stig *
3. Manchester United 27 stig
4. Everton 26 stig
5. Chelsea 25 stig
6. Aston Villa 25 **
7. Tottenham 25 stig
8. Southampton 25 stig *
9. Manchester City 23 stig **
10. West Ham 21 stig
*Ein dyst fleiri
** Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald