Fótbóltur

Røðin hjá United støðgaði í Leicester

Liðið hjá Solskjær var á veg móti útisigri nummar ellivu á rað í Premier League og at av álvara nærkast Liverpool, men so javnaði Leicester fyri aðru ferð í uppgerðini - tí fyrstu í Premier League hendan 2. jóladag.

2020-12-26 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2. jóladagur, Boxing Day, í Onglandi er nakað serligt. Tað er leygardagur í dag, og dystarskráin í Premier League er, sum hon vanliga er leygardagar: Dystir allan seinnapartin og út á kvøldið.

Premier League 15. umfar
2. jóladag

Leicester - Manchester United 2-2 (1-1)
23' Marcus Rashford 0-1
31' Harvey Barnes 1-1
79' Bruno Fernandes
85' Jamie Vardy (sjálvmál)

15.00: Aston Villa - Crystal Palace 
           Fulham - Southampton

17.30: Arsenal - Chelsea

20.00: Manchester City - Newcastle 
           Sheffield United - Everton


Byrjað varð í Leicester, har liðini ið eru tættast við oddaliðið Liverpool á stigatalvuni hittust. Og úrslitið var gott fyri Liverpool, tí Leicester og Manchester United fingu eitt stig hvør.

Útiliðið var annars á sigurskós tvær ferðir. Longu í fyrsta álopinum fekk Marcus Rashford ein risamøguleika, tá Bruno Fernandes fann hann við innleggi, men onkursvegna fór stútarin hjá púra fría onglendingum uppum málið hjá Schmeichel. Miðskeiðis í hálvleikinum gekk betur, tá Fernandes fekk prikað til 10'aran, ið var ísakaldur. Tað var tó bert 0-1 í átta minuttir. So misti Fernandes bóltin á egnari hálvu, Harvey Barnes fekk pláss stutt uttanfyri brotsteignum og skotið hjá lívliga vonginum var hart og gott.  

Í 2. hálvleiki vóru ikki nógvir málmøguleikar, men United hevði leikliga yvirvág, og Rashford fekk aftur stóran møguleika, men skotið rakti hondina á Schmeichel. Anthony Martial fekk eisini eitt mál kolldømt, tí fraklendingurin var í rangstøðu. Í 79. minutti eydnaðist tað. Innskifti Cavani fann Bruno, ið legði bóltin beint framvið danska málverjanum og niður í longra málhornið. 

[object Object]
Rashford legði United á odda men misnýtti eisini stórar málmøguleikar (Mynd: EPA)

[object Object]
Bruno Fernandes legði upp og skoraði men misti bóltin í samband við 1-1 málið (Mynd: EPA)

Harvið lá tað til, at United skuldi vinna sín 11. útisigur á rað í Premier League og koma næstan beint í hølin á Liverpool. hendan leiðslan helt tó heldur ikki. Innskifti Ayoze Perez fekk pláss til høgru í brotsteignum, fann Jamie Vardy og skotið hjá áleyparanum fór umvegis eitt United-bein í málið. Harvið heldur Leicester fast í 2. plássi, men liðini løgdu á ein hátt fót fyri hvønn annan í oddastríðnum, men eftir dystargongdini var avgjørt meira at irða seg um hjá Solskjær og hansara monnum.

[object Object]2-2 málið kom í 85. minutti (Mynd: EPA)

[object Object]

Mynd: EPA

Støðan í ovara parti - flestu liðini hava spælt 14 dysti
1. Liverpool 31 stig
2. Leicester 28 stig *
3. Manchester United 27 stig
4. Everton 26 stig
5. Chelsea 25 stig
6. Tottenham 25 stig 
7. Southampton 24 stig
8. Manchester City 23 stig **
9. Aston Villa 22 ***
10. West Ham 21 stig

*Ein dyst fleiri 
** Ein dyst færri
*** Tveir dystir færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder