Í morgin spæla Føroyar og Týskland fyrra HM Play-off dystin millum londini. Hann verður í Sparkassen-Arena, fyrr nevnd Osteseehalle, i Kiel.
Talan er um heilt stóra høll og heilt stóra uppgávu. Føroyingarnir fyrireika seg nú í Norðurtýsklandi; fyrsta bríksl í morgin verður klokkan 17.15 føroyska tíð.
Samstundis fyrireikar Hondbóltssambandið seg til at hýsa seinna dystinum, ið verður í Høllini á Hálsi leygarkvøldið.
Atgongumerkjasølan gongur væl, sambært Hondbóltssambandinum, sum á heimasíðu sínari heitir á fólk um tryggja sær atgongumerki við at keypa í forsølu. Yvir 1.000 atgongumerki, útvið 1.100, eru seld, sambært tølunum seinnapartin. Pláss verður fyri 1.500 áskoðarum til dystin móti Týsklandi.
Vónandi verður framvegis spenningur um, hvør tekur HM-atgongumerki, tá liðini renna inn á vøllin í føroyska høvuðsstaðnum leygarkvøldið.
Fyrsta bríksl í Høllini á Hálsi leygardagin 16. apríl verður klokkan 19.00 í Høllini á Hálsi.
Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald