Tilsamans 387 mál vórðu skoraði í fremstu deildini hjá monnum í ár, og í fleiri førum var talan um rættuliga góð mál. Men bert eitt mál kann veljast sum tað besta.
Fimm mál eru í uppskoti. Heimasíðan hjá FSF skrivar, at atkvøðugreiðslan verður skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá ”Tipparunum”, Jákupi Ósá, Leivi Frederiksen og Trónda Arge telja hini 50 prosentini.
Atkvøðurnar kunnu avgreiðast her
Til ber at atkvøða komandi vikurnar. Vinnarin verður kunngjørdur fyrst í komandi ári. Í løtuni er málið hjá Brian Jacobsen beint frammanfyri málið hjá Klæmint A. Olsen
Her kunnu tilnevndu málini síggjast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald