Tveir teir fyrstu dystirnir í Champions League í kvøld eru leiktir.
Í Madrid var Monaco á vtijan, og liðið hjá Thierry Henry kom beinanvegin afturum. Í 24 minutti skoraði Antonie Greizmann til 2-0, og so koyrdi Atletico sigurin heim. Harvið er Atletico Madrid víðari til áttandapartsfinalurnar fyri fimtu ferð uppá seks ár. Dortmund kann eisini koma víðari úr bólkinum í kvøld, ein javnleikur á heimavølli móti Club Brugge er nóg mikið.
Í Moskva sigraði heimaliðið, og oyðiliegði harvið møguleikan hjá Galatasaray at spæla seg víðari. Hetta merkir eisini, at Porto og Schalke eru víðari úr bólkinum. Hesi liðini hittast í Portugal í kvøld; við einum sigri tryggar Porto sær fyrstplássið í bólki D.
Seks dystir byrja nú klokkan 20.00, og har er sera stórur spenningur í hjá millum annað PSG-Liverpool og í London, har Tottenham tekur ímóti Inter.
Bólkur A:
Atletico Madrid 12
Dortmund 9
Club Brugge 4
Monaco 1
17.55: Atletico Madrid - Monaco 2-0 (2-0)
20.00: Dortmund - Club Brugge
Bólkur B:
Barcelona 10
Inter 7
Tottenham 4
PSV 1
20.00: PSV - Barcelona
Tottenham - Inter
Bólkur C:
Liverpool 6
Napoli 6
PSG 5
Reyða Stjørna 4
20.00: Napoli - Reyða Stjørna
PSG - Liverpool
Bólkur D:
Porto 10
Schalke 8
Galatasaray 4
Lokomotiv Moskva 3
17.55: Lokomotiv Moskva - Galatasaray 2-0 (1-0)
20.00: Porto - Schalke
Fótbóltur
Atletico aftur millum 16 tey bestu í Evropa
Eftir eitt ár uttan luttøku í knock-out umførunum í Champions League er liðið hjá Simeone aftur; Galatasaray er úti.
Antonio Griezmann fegnast um sítt 2-0 mál (Mynd: EPA)
2018-11-28 19:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald