Hann hevur áður strálað í endaspælsdystum fyri IK Sävehof í Svøríki, og í fyrsta endaspælsdysti sínum í donskum hondbólti skein Óli Mittún.
20-ára gamli føroyingurin og liðfelagarnir í GOG stríddust í fyrra hálvleiki í Skjern. Serliga illa eydnaðist hjá útiliðnum at fáa tamarhald á álopsspælinum hjá Skjern.
Tað var 19-14 í steðginum, men síðani gjørdi GOG, og serliga Óli Mittún, bart.
Nummar 78 var óstýriligur, og kviki føroyingurin fekk við fleiri góðum atgerðum gestirnar nærri og síðani eisini frammum nakrar ferðir.
Talan varð um sannan gysara í Skjern, og teir hjá GOG vóru stinnari og kaldari: Tað endaði 35-34 til liðið av Fjóni við føroyinginum í miðdeplinum.
Sí meira um dystargongdina og hagtøl her
Óli Mittún hevði átta skot og átta mál í dystinum: 100 prosent, og harumframt legði 20-ára gamli hoyvíkingurin upp til átta onnur mál og vann GOG eitt brotskast móti endanum.
Harvið dagsins leikari í tí, sum kann vísa seg at vera ein ógvuliga týðandi sigur hjá GOG. Talan var um tann fyrsta av seks dystum í endaspæls-bólkaspælinum í fremstu donsku deildini. Aalborg tapti ógvuliga óvæntað fyri Fredericia leygardagin, og tískil kann gerast talan um ein tættan fýra-liðs bólk, har tvey lið koma víðari til hálvfinaluna.
Júst Fredericia er á skránni í 2. av seks umførum. Hesin dysturin verður spældur leygardagin 11. apríl klokkan 17.
Støðan í endapælsbólkunum í bestu donsku mansdeildini - nøkur lið høvdu stig við sær úr grundspælinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald