Í gjár og í fyrradagin spældu átta lið fyrru áttandapartsfinalurnar í Champions League. Í kvøld spæla 30 av teimum 32 liðunum í Europa League fyrru áttandpartsfinalurnar. Fyrri dysturin í tí fyrstu av teimum 16 áttandapartsfinalunum varð leiktur í Turkalandi týskvøldið, har Fenerbache vann á Zenit:
17.55: BATE - Arsenal
Galatasaray - Benfica
Krasnodar - Leverkusen
Lazio - Sevilla
Olympiakos -Dynamo Kiev
Rapid Wien - Inter
Rennes - Betis
Slavia Prag - Genk
20.00: Celtic - Valencia
Club Brügge - Salzburg
FF Malmö - Chelsea
Viktoria Plzen - Dinamo Zagreb
Shahktar - Frankfurt
Sporting Lissabon - Villareal
Zürich - Napoli
Týskvøldið: Fenerbache - Zenit 1-0
Tey ensku feløgini eru bæði á útivøllini. London-feløgini eru ímillum stóru favorittarnar at vinna kappingina. Chelsea skal í kvøld reisa seg eftir eyðmýkjandi tapið fyri Manchester City sunnudagin. Tað skal liðið hjá Sarri gera í sunnara parti av Svøríki. Arsenal er í Hvítarusslandi og skal royna at fáa eitt gott úrslit við heim. Bæði Arsenal og Chelsea stríðast fyri at vinna eitt steyp og fáa eitt møguligt Champions League-pláss. Dystirnir hjá liðunum í kvøld verða vístir á 6´eren.
Aðrir áhugaverdir dystir í kvøld eru í Glasgow og í Rom, har stór sponsk feløg eru á vitjan.
Fótbóltur
Áttandapartsfinalurnar í Europa League í gongd í kvøld
15 dystir verða leiktir kring Evropa.
Arsenal og Chelsea hava uppgávur á útivølli í kvøld (Mynd: EPA)
2019-02-14 14:47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald