Kappróður

Avgjørt: Kappróður verður í ár

Tey vaksnu byrja at venja mánadagin. Enn er óvist hvussu kappingin verður skipað.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-25 18:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kappróðurin verður kortini, eru nýggjastu boðini frá Róðrarsambandi Føroya. Tó undir skipaðum umstøðum í mun til at fyribyrgja smittu.

Mánadagin í hesari vikuni, kunngjørdi Róðrarsambandið, at tey, við støði í tilmælinum frá coronaráðgevingini, høvdu tikið avgerð um at eingin kappróður fór at vera í summar.

Síðani kom røringur í politisku skipanina, og hetta fekk Róðrarsambandið at umhugsa støðuna. Eftir fund við feløgini í dag, er semja um at byrja at rógva aftur í ár undir skipaðum umstøðum í mun til smittufyribyrging.

Mánadagin 27. apríl byrja vaksnu manningarnar. Tað eru kvinnur og menn 5-, 6-, 8- og 10-mannafør.

4. mai byrja dreingja- og gentumanninganrar gentumanningarnar at venja, og eru umstøður til tað, byrja barnamanningarnar at venja 11. mai.

Enn er einki at frætta um kappingina í ár. Fyrsti FM-róðurin er vanliga á Norðoyastevnu, sum í ár er 6. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder