Hondbóltur

Avlýsa dyst í bestu mansdeildini orsakað av koronu

Dysturin millum Neistan og VÍF, sum skuldi vera í kvøld, er útsettur.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-25 13:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dysturin í Burn deildini millum Neistan og VÍF, sum skuldi vera í kvøld klokkan 20, er útsettur.

Orsøkin er sum so nógv annað í hesum døgum, korona.

Hesum boðar Hondbóltssambandið frá seinnapartin.

VÍF og Neistin liggja ávikavist á triðja og fjórða plássið við 10 og 8 stigum aftaná níggju dystir. Seinast liðini hittust var í Vestmanna 17. oktober, og tá vann Neistin 30-26.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder