Fótbóltur

B36 aftur á sigurkós

B36 nærkast nú aftur evropeisku plássunum, meðan FM møguleikin hjá KÍ minkar.

B36 vann 2-1 á KÍ í Gundadali í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm)

B36 vann 2-1 á KÍ í Gundadali í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-16 19:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var intenst í Gundadali í kvøld, tá KÍ var á vitjan hjá B36. Bæði liðini høvdu tørv á einum sigri, og tad sást eisini. Leikararnir løgdu nógv fyri í nærdystinum, og bæði liðini ynsktu at leypa á. Talan var serliga um ein góðan og spennandi 2. hálvleik.

Í 1. hálvleiki leikaði javnt á. Liðini skiftust eitt sindur um at hava eitt lítið yvirtak. Fáir upplagdir málmøguleikar vóru, men tó vandamiklar støður í báðum endum. Størsta møguleikan fingu klaksvíkingar, tá Jóannes Danielsen varð spældur fríur, men vælleikandi Oddmar Færø kastaði seg fyri og fekk blokerað.

Seinni hálvleikur byrjaði á sama hátt, men eftir ein lítlan tína kom hol á. B36 fekk horna úr vinstru, bólturin datt niður til Erlend Magnusson, ið úr stuttari fjarstøðu fekk prikað bóltin í málið.

Nú var av álvara trýst á KÍ, ið helst skuldi hava tvey mál. Tað gekk striltið fyrstu løtuna eftir málið, men í 68.minutti javnaði útiliðið. B36 fekk ikki ruddað heilt vekk í samband við eitt horna, og eftir frálíkt innlegg frá Ronni Møller-Iversen snittaði Deni Pavlovic bóltin í B36-málið.

Dysturin bylgjaði aftur og fram, og bæði liðini løgdu alt inn fyri at fáa leiðsluna. Stórar tíggju minuttir fyri tíð kom Róaldur Jakobsen á vøllin fyri fyrstu ferð síðani fyrst í apríl. Hann var óvæntað til reiðar til dystin, og hann fekk ein avgerandi leiklut. Fyrstu ferð Róaldur nart við bóltin, kom bólturin knappliga til hann; hann rann frá KÍ-verjuni, og prikaði bóltin yvirum til Meinhard Olsen ið var komin niðan við. Kviki áleyparin setti bóltin trygt í málið; hansara fyrsta mál í Betri-deildini síðani í tapinum fyri KÍ á Noroyðastevnu.

B36 legði seg ikki aftur at verja, men søkti eftir triðja málinum. KÍ søkti hinvegin eftir útjavnandi málainum, og tað var nær við at mál kom í báðum endunum seinastu løtuna. Men tað endaði 2-1 til B36, og harvið er liðið hjá Jákup á Borg nú ikki langt frá Víkingi og NSÍ í stríðnum um Evropa. KÍ hevur hinvegin langan veg til FM sum nú er, og noyðist møguliga niður at hyggja niður til Evropa-stríðið.

B36 - KÍ 2-1(0-0)
1-0 Erlendur Magnusson
1-1 Deni Pavlovic
2-1 Meinhard E. Olsen


HB vann 4-1 í Sørvági, og hevur harvið økt um frástøðuna til KÍ

07 Vestur - HB 1-2(1-4)  
1-0 Dan í Soylu
2-0 Ari Mohr Olsen
2-1 Sølvi Egilsson
3-1 Sjálvmál
4-1 Jógvan Skeel Nolsøe


Les meira um tann dystin her: https://roysni.fo/eingin-slingur-i-valsinum-hja-hb

Støðan í Betri-deildini:
HB 48 * 
KÍ 41 *
NSÍ 36
Víkingur 35
B36 33 
EB/Streymur 18
Skála 18
TB/FCS/Royn 15 
AB 8 
07 Vestur 7 

* Ein dyst fleiri 


Dagført 21.15

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder