Fótbóltur

Eingin slingur í valsinum hjá HB

HB bygdi uppá leiðsluna í oddinum við sigri í Sørvági í kvøld.

Ari Mohr Olsen skoraði aftur, og HB vann aftur
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Ari Mohr Olsen skoraði aftur, og HB vann aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-16 21:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB var á vitjan í Sørvági í kvøld, har botnliðið 07 Vestur tók ímóti. 

Oddaliðið legði út sum eitt óløgi, og longu eftir stórar tíggju minuttir var 2-0 til HB. Men 07 Vestur svaraði skjótt aftur, og minkaði um munin.  HB var tó omaná í spælinum, og var á odda 2-1 tá farið var til hálvleiks.

07 Vestur, og serliga Ken Fagerberg, gav HB høvuðbrýggj fyrstu løtuna av 2.hálvleiki. Men HB fekk tó tamarhald á dystinum seinnu hálvu av hálvleikinum, og avgjørdi dystin við tveimum málum seinastu løtuna.

Eftir tapið á Ólavsøku fyri NSÍ hevur HB vunnið tríggar dystir á rað, og við sigrinum á KÍ fríggjakvøldið og tapinum hjá KÍ í Gundadali í kvøld, so liggur HB sera væl fyri í mun til at tryggja sær FM-heitið. Átta dystir resta í, og átta stig eru niður á 2.plássið. 07 Vestur hevur í løtuni átta stig upp til bjargingina.

07 Vestur - HB 1-2 (1-4)  
1-0 Dan í Soylu
2-0 Ari Mohr Olsen
2-1 Sølvi Egilsson
3-1 Sjálvmál
4-1 Jógvan Skeel Nolsøe

B36 - KÍ 2-1 (0-0)
1-0 Erlendur Magnusson
1-1 Deni Pavlovic
2-1 Meinhard E. Olsen


Les meira um tann dystin her: https://roysni.fo/b36-aftur-a-sigurkos

Støðan í Betri-deildini:
1. HB 49* 
2. KÍ 41*
3. NSÍ 36
4. Víkingur 35
5. B36 33 
6. EB/Streymur 18
7. Skála 18
8. TB/FCS/Royn 15 
9. AB 8 
10. 07 Vestur 7 

* Ein dyst fleiri

Dagført 21.18

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder