Eina løtu í farnu viku var nakað av ivamáli um, evropeiska luttøkan hjá B36 fór at koma í vanda, orsakað av einari positivari koronakanning í leiðarahópinum.
Kanningarnar av øllum í ætlaða ferðalagnum mikudagin og fríggjadagin vóru tó allar negativar, og tað vóru tær eisini í morgun, áðrenn B36 setti kós móti Gibraltar.
Leiguflogfarið hjá Atlantic Airways fór avstað áleið beint eftir klokkan 09.30 í morgun og lendir skjótt á sunnasta enda av iberisku hálvoynni. Har var B36 eisini í 2018 og spældi seinna dystin í undanumfarinum í Europa League. Tá endaðu báðir dystirnir móti St Joseph's 1-1 - hesaferð er bert talan um ein dyst móti liðnum, sum endaði nummar tvey í bestu deildini í Gibraltar farna kappingarár, og hann verður spældur í umleið 30 hitastigum tíðliga hóskvøldið.
Komandi trý samdøgrini skal B36-hópurin venja seg við hitan og umstøðurnar á Gibraltar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald