Fótbóltur

B36 fekk einki burturúr

B36 skoraði eitt mál hvør sínu megin steðgin, men mistøkini vóru ov nógv í kvøld til at gera uppgerðina spennadi og vinna føroyskum fótbólti stig.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-07-18 20:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hjá B36 var tað umráðandi at ikki lata mál inn í kvøld, tí føroysku steypavinnararnir fingu einki útivallarmál í Belfast í seinastu viku. Hendan setningin var heimaliðið í dag ongantíð nær við at greiða. Eftir tveir minuttir varð Hans Jørgensen noyddur at kasta seg eftir einari afturlegging, frá einum trýstum Andriasi Eriksen, fyri at forða bóltinum at fara í málið. Crusaders fekk óbeinleiðis fríspark mitt inni í málteiginum, og hóast B36 stillaði so at siga allar leikarar inn á mállinjuna at verja fyri, so smekkaði miðvallarin Jordan Forsyth bóltin upp undir nettakið. 

Ein dyggur smeitur, tí nú skuldi B36 hava fýra mál. Teir hvítkløddu fóru tó treystir undir uppgávuna og royndu at leggja trýst á norðurírar. Men tað manglaði serliga neyvleiki til at koma til heilt góðu møguleikarnar, og Crusaders spældi klókt. Ístaðin var tað útiliðið, sum økti um leiðsluna, og nú sá tað eisini svart útí mun til at fáa stig fyri føroyskan fótbólt. Stutt fyri hálvleik eydnaðist tó hjá B36 at minka um munin. Talan var um vælleikt álop, og tað var Árni Frederiksberg, ið legði væl innfyri til Hugin Samuelsen, sum skoraði sítt fyrsta evropeiska mál. 

[object Object](Hugin Samuelsen skoraði til 1-2 - Mynd: Sverri Egholm) 

Liðið hjá Jákupi á Borg kom eisini væl út til 2. hálvleik, og eftir fimm minuttir fekk Stefan Radosavljevic ein góðan bólt í dýbdina. Komin inn í brotstegin, staddur á baklinjuni í vinstru, vísti hann gott yvirblikk, fann Lukasz Cieslewicz, ið javnaði til 2-2.

Hetta fekk B36 at fara uppaftur meira eftir sigrinum og eftir at fáa spenning í samanlagt. Nógvur inntensitetur var hesa løtuna í mjørkanum í Gundadali, og áskoðararnir livdu veruliga við. Tað varð satsað álopkent, har Michal Pryzbylski kom á vøllin, og Árni fór at spæla vinstri bakkur. B36 fekk eisini nakrar støður í brotsteiginum hjá norðurírum, ið fullu longur aftur á vøllinum, men um miðjan 2. hálvleik vóru Crusaders eirindaleysir, tá teir fingur møguleikan til eina umstilling. Kviki Heatley gjørdist tvífaldur málskjútti, eftir at hann varð sendur í dýbdina.

Eftir hetta fór luftin úr ballónini. B36 royndi at trýsta eftir 3-3 málinum og vísti eisini nakrar góðar taktir. Heimaliðið var betri í 2. hálvleiki, men gjørdi ikki tey neyðug tingini, fyri at... Fáar minuttir fyri leiklok hevði B36 eina risa duppultmøguleika, eftir at Hannes Agnarsson setti tríggjar verjuleikar av við sínari nógvu ferð og einføldum trekkum. Einsamallir við málverjanum brendi innskifti kantspælarin, og onkursvegna brendi Michal uppá returbóltin.

Samanlagt tyktist 5-2 ikki at vera munurin á liðunum, hóast Crusaders komu víðari uppiborið. B36 gjørdi ov nógv grundleggjandi mistøk í kvøld og manglaðu neyvleikan, men tað tyktist sum um, at tað mangaði ikki so nógv í at gera uppgerðina heilt spenanndi. Í fjør spældi ártalsfelagið 6 evropeiskar dystir; í bleiv tað til tveir. Fyri føroyskan fótbólt var tað sera harmiligt, at B36 ikki fekk stig í kvøld, tí møguleikin var avgjørt har. 

Europa League 1. umfar, seinni dysturin
Gundadalur, 18.07 - kl.19.00
B36 - Crusaders F.C 2-3 (1-2) 2-5 samanlagt
3' Jordan Forsyth 0-1
28' Paul Heatley 0-2
37' Hugin Samuelsen 1-2
51' Lukasz Cieslewicz 2-2
68' Paul Heatley 2-3

B36(4-2-3-1): Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs (83' Gilli Samuelsen), Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Erling Dávidsson (62' Michal Pryzbylski) - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Stefan Radosavljevic, Hugin Samuelsen (71' Hannes Agnarsson) Lukasz Cieslewicz 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder