Fótbóltur

B36 framdi enn eitt evropeiskt bragd

Liðið hjá Jákup á Borg vísti enn einaferð, at tað als ikki vil leggja seg, fyrrenn alt er heilt liðugt. B36 skrivaði søgu við at spæla seg víðari fyri triðju ferð í einum ári - hetta er fimtu ferð síðani 2018.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-09-17 00:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Levadia Tallinn vitjaði B36 á Tòrsvølli í 1. umfari í Europa League 24. august, endaði tað við, at B36 vann 4-3 eftir longda leiktíð. Tá var árstalsfelagið aftanfyri 1-0  í vanligari leiktíð og 3-2 í longdu leiktíðini men vann seg kortini víðari. Í kvøld tók B36 tað eitt stig víðari: Liðið hjá Jákupi á Borg, ið nú er komin víðari fimm ferðir sum venjari ið er oftast samanlagt, vann seg víðari til 3. umfar, hóast tað var 1-2 til The New Saints í 120. minutti, og The New Saints løtu seinni kundi avgjørt alt við sínum fimta brotssparki.

Stefan Radosavljevic og Rói Mørk Hentze vildu tað tó øðrvísi. Stefan javnaði til 2-2 við einum dundurskoti, og hann skoraði til 4-4 (6-6 samanlagt) í brotssparkskappingini. Rói bjargaði tí fimta brotssparkinum hjá TNS, og eftir at Sebastian Pingel skoraði til 7-6 samanlagt,gjørdi 20-ára gamli málverjin ikki mætari enn at bjarga enn einaferð og harvið avgerða dystin til stóran fagnað fyri øll í B36-leguni, sum enn einaferð vísti frálíkan mentalitet.

Myndir: Gleðisrúsur á Tórsvølli
Jákup á Borg: Dekan ov nógvur dramatikkur fyri aldrandi fólk - hetta er B36


Hetta merkir, at B36 er fyrsta føroyska liðið, ið hevur spælt seg víðari í evropeiskari kapping tríggjar ferðir í einum ári. Í 2014 spældi Víkingur seg eisini í 3. umfar í Europa League. Tá var einki undanumfar, men liðið úr Eysturkommunu, undir leiðslu av Sigfríði Clementsen, vann yvir tveir dystir á fyrst Daugava Daugavpils úr Lettland og síðani Tromsø. KÍ skal í komandi viku spæla heimadyst í 3. umfari í kappingini, av tí at liðið varð sligið út úr 2. umfari í Champions League.

B36 skal í komandi viku spæla í Bulgaria (CSKA Sofia) og BATE Borisov (Hvítarussland). Hesi liðini spæla í morgin, og vinnarin fær møguleika at royna at senda B36 úr evropeiskum fótbólti - hetta tykist at vera erin sera møtismikil uppgáva. 


Sí eisini: Myndir: B36 - The New Saints

Europa League 2. umfar
Tórsvøllur, 17.09
B36 - The New Saints 7-6 eftir brotssparkskapping (2-2 eftir longda leiktíð 1-1 eftir vanliga leiktíð)
47' Michal Przybylski 1-0
81' Leo Smith 1-1
112' Dean Ebbe 1-2
121' Stefan Radosavljevic 2-2

Brotssparkskapping: 
3-2 Sonni Ragnar Nattestad
3-3 Paul Harrison
4-3 Alex Mellemgaard
4-4 Adrian Cieslewicz
5-4 Benjamin Heinesen
5-5 Gary Draper
Michal Przybylski skjýtur á yvirleggjaran
5-6 Leo Smith
6-6 Stefan Radosavljevic 
Rói Mørk Hentze bjargar skotinum frá Dean Ebbe 
7-6 Sebastian Pingel
Rói Mørk Hentze bjargar skotinum frá Daniel Redmond 

Dystargongdin stutt: 
Útiliðið hevði bóltin meira í 1. hálvleiki men skapti ikki ein veruligan málmøguleika. B36-liðið stóð væl, arbeiddi gróthart og var vandamikið uppá umstillingar og deyðbóltar. Sebastian Pingel hevði eina góða skotroynd, eftir at Michal sendi hann avstað í høgru. Fleiri innkøst frá Pingel gjørdust vandamikil, m.a tí Sonni Ragnar snittaði víðari ella órógvaði verjuna so mikið væl.

Tað var málleyst í steðgðinum, men B36 legði út sum eitt óløgið í 2. hálvleiki. B36 legði eitt høgt trýst, bólturin kom til Michal á brotsteigarmarkinum, henn fekk tikið bóltin væl við sær og vendi og avsluttaði í so at siga somu rørslu. Mál nummar tvey hjá álopskenda miðvallaranum í Europa League í ár, 1-0, og B36 helt trýstið eina løtu, men so fall liðið longur aftur á vøllin. Walisiska liðið kom betri inn í dystin og fekk nakrar støður. Rói og B36-verjan tyktust tó trygg, men eftir 80 minuttir kom 1-1 málið, eftir at ein støða ikki var avgreidd nóg væl, Leo Smith gjørdist fríur, Rói legði seg heldur tíðliga og fekk akkurat ikki hildið harða skotinum úti: 1-1

Heimaliðið var meira framvið móti endanum av vanligu leiktíðini og í byrjanini í longdu leiktíðini, men yvirskotið hjá leikarunum á báðum liðunum var ikki heilt har, og fleiri mistøk vóru. Eins og í farna mánaða kom útiliðið á odda í longdu leiktíðini á Tórsvølli. Rói hevði hondina á einum frísparksinnleggi, men Ryan Astles trýsti B36-málverjan, helst ov nógv við arminum, og bólturin kom fyri føturnar á áleyparanum Ebbe: Ikki fríspark men 1-2. B36 tveitti alt fram seinastu løtuna, og tá ein vælleikandi Eli Falkvard saman við Pingel trýsti Astles endaði ein leysur bóltur hjá Stefan, ið hamraði bóltin í netmeskarnar: 121 minuttir leiktir, 2-2 og B36 framvegis á lívi í Europa League.

Sí eisini: Stefan: Tíðin í Evropa er eitt tað stuttligasta man kann í fótbólti

Tá Stefan løtu síðani setti bóltin væl niður í longra málhorn í sama málið, skoraði tvørmaðurin til 6-6. Frammanundan høvdu Sonni Ragnar, Alex og Benjamin skorað sera trygt úr ellivu metrum, men so hevði Michal rakt yvirleggjaran. TNS skoraði sínu fyrstu fýra -millum annað Adrian - men Dean Ebbe megnaði ikki at fáa bóltin framvið Róa Mørk Hentze, ið hevði lisið hann. Eftir at Pingel sendi B36 á sigurskós, var Rói aftur kaldur á strinkuni, og bjargaði væl til sína vinstru, eftir at hann hevði lisið skjúttan.

Sí eisini: 
Rói: Hugsaði ikki so nógv um hvussu umráðandi hatta brotssparkið var
Michal: Tár í eygunum tá Rói bjargaði

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder