Fótbóltur

B36 framvegis fult stigatal eftir dramatiskan sigur á Argjum

Árstalsfelagið vendi øllum á høvdið seinastu løtuna, eftir at tað hevði ligið til AB leingi..

Benjamin Heinesen avgjørdi dystin á Argjum 
(Mynd: Ólavur Frederiksen/ Faroephoto)

Benjamin Heinesen avgjørdi dystin á Argjum (Mynd: Ólavur Frederiksen/ Faroephoto)

2019-03-30 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 fór stuttu leiðina yvirum brúnna til Argir at spæla fyrsta dystin í 3. umfari í Betrideildini. Jákup á Borg og hansara menn vistu, at við sigri fór liðið framvegis at hava fult stigatal, oddasessin, og fyribils fimm stig niður til nærmastu liðini. Hetta eydnaðist eisini, men talan var um tógvið stríð. 

AB skoraði einsamalla málið í 1. hálvleiki. Tað kom tíggju minuttir fyri steðgin, tá miðverjin Sørin Samuelsen stútaði hornaspark frá Bárði Olsen í málið. Undan hesum og eftir hetta hevði B36 annars góðar møguleikar at skora. 

Leikliga yvirvágin hjá oddaliðnum helt fram í 2. hálvleiki, men argjamenn vardu væl fyri, meðan B36 gjørdist meira og meira álopskent. Og ungu álopskendu leikararnir sum komu inn frá bonkinum gjørdu mun. Tað sá annars út til, at argjamenn fóru at halda fast og fáa trý sera góð stig, men fimm minuttir fyri tíð fekk Bjarki Nielsen sítt seinna gula kort, og B36 gjørdi sær dælt av hesum. Fyrst var tað 17-ára gamli Andrass Johansen, sum fekk sítt fyrsta mál fyri besta liðið hjá B36. Uppleggið átti ein annar innskiftari: Hannes Agnarsson. Tveir minuttir seinni avgjørdi argjamaðurin Benjamin Heinesen dystin fyri B36. Tað var eftir, at ungi innskiftarin Gilli Samuelsen legði upp.

Harvið ein dramatiskur endi uppá dystin; ógvuliga súrt fyri AB, men fantastiskt fyri B36, ið hevur 9 stig fyri tríggar dystir og ikki verður yvirhálað hetta umfarið.

AB - B36 1-2 (1-0)  
1-0 35' Sìmun Samuelsen
1-1 86' Andrass Johansen
1-2 88' Benjamin Heinesen
Reytt kort: Bjarki Nielsen (85')

Skála - NSÍ 2-0 (2-0)
1-0 26' Pætur Dam Jacobsen
2-0 31' Jákup Johansen

Sunnudagin (31/3): 
15.00: HB – Víkingur
          KÍ – EB/Streymur

16.00: ÍF – TB

1. B36 (9 stig) *
2. Víkingur (4 stig)
3. NSÍ (4 stig)
4. Skála (3 stig)
5. AB (3 stig) *
6. TB (3 stig)
7. KÍ (2 stig)
8. HB (2 stig)
9. EB/Streymur (0 stig)
10. ÍF (0 stig)

* Ein dyst fleiri

Rættað og uppdatera 19.47

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder