Fótbóltur

B36 greiddi sína skyldu í mjørkanum

Stefan Radosavljevic skoraði ímóti sínum barndómsfelagið og eitt brotsspark lukkaði dystin, tá B36 legði seg á odda í Betrideildini.

Stefan Radosavljevic - her eftir dystin ímóti Crusaders - skoraði sítt fyrsta mál fyri B36 í dag, tá TB varð sent suður við ongum (Mynd: Sverri Egholm)

Stefan Radosavljevic - her eftir dystin ímóti Crusaders - skoraði sítt fyrsta mál fyri B36 í dag, tá TB varð sent suður við ongum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-17 16:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mjørkanum í Gundadali var TB á vitjan, og B36 var favorittur, tá 19. umfar varð sett í gongd. Hjá B36 vóru Erling Dávidsson og Magnus Holm Jacobsen ikki í byrjunaruppstillingin av teimum føstu. TB var skert; uttan leikbannaðu Ndende og Poul Ingason og skøddu Rógva Joensen og Ivan Ivanovic. Hetta sást, hóast tvøramenn stríddust væl í Gundadali. B36 vísti gott spæl og gjørdist fyrsta liðið, sum kom uppum 40 stig og er oddalið í nakrar tímar í øllum førum.  

[object Object]
(Lukasz Cieslewicz hevði útgangsstøði longur afturi á vøllinum enn vanligt, men hann fekk kortini eitt gott mál - Mynd: Sverri Egholm) 

Í fyrra hálvleiki komu trý mál. B36 var betri og sat á dystinum, og beinanvegin sló fyrrverandi TB-leikarin, Stefan Radosavljevic, til. Hetta var fyrsta málið hjá honum í B36-troyggjuni. Heimaliðið kundi fingið nógv mál í 1. hálvleiki og hevði eina løtu mitt í  eina røð av góðum møguleikum. Yvirvágin gav eisini úrslit í 33. minutti, tá Lukasz Cieslewicz í eyðkendum stíli trekti væl og við sínum høgra beini setti bóltin væl inn stutt inn í brotsteignum.

Tað líktist einum dysti, ið B36 hevði tamarhald á, men TB stríddi seg skjótt inn aftur, og hóast tað gjørdist heldur tilvildarligt, so fekk útiliðið minkað stutt fyri steðgin. Harvið var tað ikki heilt trygt hjá B36 næsta áleið hálva tíman, hóast liðið hjá Jákup á Borg framvegis var omaná og helt á at skapa góðar støður. 

[object Object]
(Alex Mellemgaard - her í dystinum ímóti TB fyrr í ár, tá sólin var frammi í Gundadali - Mynd: Ólavur Frederiksen)

Avgerðin fall tjúgu minuttir fyri leiklok. Eins og í Gundadali á Ólavsøku ímóti HB gjørdi Martin Tausen brotsspark, og vinstri bakkurin Alex Mellemgaard var tryggur úr ellivu metrum. Restina av dystinum hendi ikki nógv; TB tyktist ikki at hava nógva orku eftir, og tað var "cruise control" hjá heimaliðnum. Bert 16-ára gamli Mattias Weihe Joensen kom inn á vinstra bakk til sína debut, og hann gjørdi tað væl seinstu minuttirnar, og var sera nær við at skora. Teir úr sunnara húsinum í Gundadali eru í góðari støðu í FM-stríðnum, og hava mikukvøldið eina sera spenandi uppgávu í Klaksvík.

Betrideildin 19. umfar
Gundadalur, 17.08,  
B36 - TB 3-1 (2-1)
3' Stefan Radosaljevic 1-0
33' Lukasz Cieslewicz 2-0
41' Ragnar Tausen 2-1
71' Alex Mellemgaard (br.) 3-1

B36 (4-2-3-1): Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard (85' Mattias Weihe Joensen) - Eli Falkvard Nielsen, Lukasz Cieslewicz (L)  - Árni Frederiksberg, (66' Brian Jakobsen), Michal Pryzbylski, Benjamin Heinesen (46' Hannes Agnarsson) - Stefan Radosavljevic  

TB (4-4-2): Milos Budakovic (L) - Eirikur Ellendersen, Martin Tausen, Heine Mortensen, Dánjal Godtfred - Nikolei Johannesen (56' Jannik Dalfoss), John Villi Wøldike Leo, Veljko Vukovic, Jens Erik Bruhn (78' Ári Thomassen) - Ragnar Tausen, Ken Fagerberg (85' Jóhan Renéson Thomsen)

Dómari: Kári á Høvdanum

Støðan: 
1. B36 (41 stig) 18 dystir
2. NSÍ (39 stig) 17 dystir
3. KÍ (38 stig) 16 dystir
4. HB (35 stig) 18 dystir
5. Víkingur (35 stig) 18 dystir
6. Skála (24 stig) 18 dystir
7. TB (18 stig) 19 dystir
8. AB (11 stig) 18 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 18 dystir
10. ÍF (5 stig) 18 dystir 

19.45: KÍ - Skála

Í morgin - allir byrja klokkan 15 :
AB - NSÍ
Víkingur - EB/Streymur
HB - ÍF


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder