Fótbóltur

B36 hevur ársveitslu í HB-húsinum

So nógv vilja sleppa til ársveitslu hjá B36, at silvurvinnararnir mugu brúka hølini hjá grannafelagnum.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-29 19:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ársveitslan hjá B36, sum verður leygardagin er fullteknað og nógv meira enn tað. Og fyri at fáa rúm fyri øllum veitslugestunum hevur felagið gjørt av, at sjávt borðhaldið verður í HB-húsinum, meðan veitslan aftaná heldur fram í B36-húsinum.

- Tað er sjálvandi at gleðast um, at áhugin er somikið stórur, men tað hevur eisini givið okkum høvuðbrýggj. Vit stóðu í eini støðu, har fleiri av okkara dyggu stuðlum og trúgvu viðhaldsfólkum ikki rúmaðust í veitsluni. Nakað sum vit á ongan hátt ynsktu, skrivar B36 á heimasíðuni.

- Vit hava leitað við ljós og lykt eftir hølum, sum eru nóg stór til at rúma borðhaldinum, men tað vísti seg at enda, at okkum nýttist ikki at leita so øgiliga langt. Hjá grannum okkara fyri norðan ber nevnliga til at hava eitt heldur størri borðhald, og tí møguleikanum hava vit valt at taka av, sigur felagið.

B36 var við í oddinum í landskappingini til allar seinasta dyst leygardagin, tá teir hvítu tóku ímóti KÍ í Gundadali frammanyri 6000 áskoðarum. KÍ vann sum kunnugt dystin 3-0, og harvið FM-heitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder