27. august gjørdist B36 fyrsta føroyska felagið nakrantíð, sum spældi seg víðari í evropeiskari kapping eftir longda leiktíð. Tað gjørdist veruleiki eftir 4-3 sigurin á Levadia Tallinn á Tórsvølli. Talan var um eitt stórt kvøld hjá árstalsfelagnum, og nú er møguleikin at taka enn eitt fet í kappingini.
Í 2018 kom B36 víðari í undanumfarinum í Europa League - sum tað fyrsta føryska felagið í einum evropeiskum dystir eftir brotssparkskapping - og síðani eftir 2-1 sigur í Montenegro í 1. umfari í Europa League. Í 2. umfari, sum er stigið ið B36 skal spæla á nú, var Besiktas sum væntað ein alt ov stórur biti.
B36 koppaði OFK Titograd í 1. umfari í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ kom víðari í undanumfarinum í fjør eftir størsta samanlagda evropeiska sigurin nakrantíð hjá føroyskum liði (9-1 á Tre Fiori úr San Marino). Síðani vann KÍ seg víðari í 1. umfari móti Riterai út Litava við regluni um útivallarmál: 1-1 í Litava og 0-0 á Svangaskarði. Í 2. umfari tatpi KÍ tvær ferðir 1-0 móti Luzern úr Sveis.
Patrik Johannesen og KÍ vóru omaná móti Riterai í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur var fyrsta føroyska felagið, sum spældi seg víðari tvær ferðir í einum ári. Tað var í 2014, og tað var áðrenn, nakað undanumfar var. Liðið úr Eysturkommunu vann fyrst samanlagt 3-2 á Daugava Daugavpils út Lettlandi og síðani 2-1 í Tromsø, eftir 0-0 á Svangaskarði, og kom harvið til 3. umfar. Har vann Rijeka úr Kroatia greitt á Víkingi.
Sigfríður Clementsen hevur megnað at ført Víking og B36 víðari í evropeiskum fótbólti (Mynd: Sverri Egholm)
B36 breyt ólavsøkuaftan í 2005 múrin fyri føroysku feløgini við at vinna seinna UEFA Cup dystin í 1. umfari 2-1 á Tórsvølli og harvið koma víðari. Mótstøðuliðið var ÍBV úr Íslandi, og venjari var Sigfríður Clementsen: Tann sami sum førdi Víking víðari í 2014 og eisini til 2. umfar í 2013. B36 gjørdist fyrsta felagið til at spæla seg víðari í evropeiskari kapping - HB kom víðari í UEFA Cup fyri steypavinnarar í 1993, men tað var tí, at hópurin hjá RAF Jelgava úr Lettlandi ikki fekk lent í Vágunum vegna mjørka.
KÍ vann eisini á skrivaraborðinum í Champions League í ár. Tað var orsakað av koronatilburðum í ferðaliðnum hjá Slovan Bratislava. Í 2. umfari fall KÍ við æru í Bern móti Young Boys og fór síðani yvir í Europa League. Føroyameistararnir skulu í koamndi viku spæla í 3. umfari í kappingini. B36 kann við sigri í kvøld spæla seg til hetta umfari og harvið gerast fyrsta føroyska felagið, ið hevur gjørt tað, og fyrsta føroyska felagið ið hevur vunnið seg víðari tríggjar ferðir í einum ári.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli í Europa League-dystinum millum B36 og The New Saints úr Wales verður klokkan 19.00.
Les eisini: Mest vinnandi felagið í walisiskum fótbólti vitjar B36
B36 í favorittleiklutinum
Kelda: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald