Fótbóltur

Mest vinnandi felagið í walisiskum fótbólti vitjar B36

The New Saints spælir sínar heimadystir í Onglandi, vann níggju meistaraheitir seinasta áratíggju og hevur síðani 2010 spælt seg víðari í evropeiskum fótbólti átta ferðir.

Jákup á Borg, táverandi liðformaður og nú venjari hjá B36, í dysti móti The New Saints á Tórsvølli 2015 (Mynd: Bjarni Enghamar)

Jákup á Borg, táverandi liðformaður og nú venjari hjá B36, í dysti móti The New Saints á Tórsvølli 2015 (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-09-15 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oswestry í Shropshire liggur í vestara parti av Onglandi, beint við markið til Wales, og hevur verið ein walisiskur býur áður. Í 2003 legði Oswestry Town FC, ið var fíggjarliga illa fyri, saman við Llansantffraid F.C, einum felag frá Llansantffraid-ym-Mechain ið er beint hinumegin markið. Í 2006 fekk samanlagda felagið navnið "The New Saints".

Felagið hevur verið sera væl fyri fíggjarliga og er eitt av tveimum yrkisfeløgum, sum spælir í walisskum fótbólti. Tað er eisini tað felagið í Wales, ið hevur verið greitt sterkast seinastu tíggju-tólv árini, tá hugt verður burtur frá Swansea og Cardiff sum spæla í næstbestu ensku deildini. Felagið hevur vunnið øll síni 13 meistaraheiti í Cymru Premier í hesari øldini - níggju teirra síðani 2010. Tá kappingin í Wales  endaði orsakað av korona í mars, lá The News Saints nummar tvey, og harvið endaði ein meistararøð, ið hevur vart í átta ár: Frá 2012 til og við 2019.

Les eisini: B36 í favorittleiklutinum

Tað merkir eisini, at talan er um eitt lið, sum ikki er í dystarvenjing, tó at kappingin í Wales byrjaði aftur um vikuskiftið. Har vann The New Saints 3-0 á útivølli móti Barry Town, ið NSÍ varpaði út úr Europa League í farna mánaði við 5-1 sigri á Svangaskraði. The New Saints hevur eina væl betri evropeiska søgu enn Barry Town, hóast liðið sum spælir sínar heimadystir í Oswestry í Onglandi oftast er sligið út í fyrstu royndini. Síðani 2011 er tað tó eydnast at komið víðari móti liðum úr Írlandi, Norðurírlandi, Føroyum, San Marino, Gibraltar, Kosovo og Slovakia. Sigurin á Zilina í 2. umfari í august var helst tann størsti nakrantíð hjá TNS í Evropa, tí talan er um eitt lið frá einari so mikið sterkari landskapping, og TNS var als ikki í dystarvenjing.

Sigurin á liðnum, sum endaði nummar tvey í Slovakia í fjør, kom eftir longda leiktíð og tryggjaði teimum rættin at koma til 2. umfar. B36 kom úr pottinum, eins og tað gjørdi í Champions League í 2015. Tá vann The New Saints 2-1 á Tórsvølli og 4-1 á Park Hall í Oswestry. Adrian Cieslewicz, beiggi Lukasz, spælir við The New Saints. Hann er partvís uppvaksin í Vági og spældi nakrar dystir fyri B36 í 2014.

Sí eisini: B36 - The New Saints á Társvølli í 2015



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder