Fótbóltur

Video: B36 - The New Saints á Tórsvølli í 2015

Hans Pauli Samuelsen legði B36 á odda tíðliga í Champions League-dystinum, men walisiska liðið slapp úr Føroyum við einum sera góðum útgangsstøði og kom at enda trygt víðari. Nú, fimm ár seinni, skulu liðini hittast í Europa League.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-08-31 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á middegi fór lutakastið til 2. umfar í Europa League í gongd. Har gjørdist greitt, at B36 fekk besta møguliga lutakastið, ið felagið kundi fáa, og tað sum Jákup á Borg ynskti: Heimavøll og tað, á pappírinum, veikasta liðið. Hinir møguleikarnir vóru FCK og Motherwell.

Les eisini: Ynskilutakast hjá B36
                 - Sjálvandi er talan um eitt sterkt lið

The New Saints megnaði tó, hóast manglandi dystarvenjing, at koppa Zilina úr Slovakia eftir longda leiktíð á heimavølli í farnu viku og harvið spæla seg víðari til 2. umfar. Felagið hevur eisini koppað B36 einaferð fyrr, og tað var í 1. umfari í Champions League í 2015, tá tað endaði 6-2 samanlagt.

Eins og tá er Adrian Cieslewicz á liðnum hjá The New Saints. Hann er partvís uppvaksin í Vági - er sonur Robert Cieslewicz ið vann FM við VB í 2000 - og spældi við B36 í seinnu hálvu í 2014.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder