Fótbóltur

- Sjálvandi er talan um eitt sterkt lið

- Vit kenna jú Adrian - annars ikki so nógv enn. Hetta sigur Jákup á Borg við Portalin um The New Saints, ið er mótstøðuliðið, ið B36 ynskti og fekk í lutakastinum til 2. umfar í Europa League.

B36 hevur heimavøll móti walisiska liðnum um 17 dagar (Mynd: Jens Kr. Vang)

B36 hevur heimavøll móti walisiska liðnum um 17 dagar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-08-31 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta var tað, ið vit ynsktu

Hetta sigur Jákup á Borg, næstan beint eftir at tað gjørdist greitt, at B36 skal spæla ímóti The New Saints úr Wales í 2. umfari í Europa League. B36 fekk heimavøllin, og tað liðið sum á pappírinum gevur besta møguleikan at fara víðari til 3. umfari. Høvuðsvenjarin hjá B36 slær tó fast, at mótstøðan verður sterk:

- Sjálvandi er talan um eitt eitt sterkt lið - tað eru øll, sum vóru í pottinum. Teir hava júst vunnið 3-1 móti 2' arinum í Slovakia (í fyrsta umfari eftir longda leiktíð í Wales, red)

Les eisini: Ynskilutakast hjá B36

Jákup á Borg var liðformaður, tá B36 í 2015 tapti 2-1 í tøttum dysti í 1. umfari í Champions League móti TNS á Tórsvølli. Tískil var útgangsstøði alt annað enn gott hjá B36, og í Wales endaði tað 4-1. Tá var Adrian Cieslewicz á liðnum hjá TNS, og tað er hann framvegis. Adrian er bróður Lukasz og spældi í seinnu hálvu í 2014 við B36.  

- Eg kenni ikki so nógv til teir, annað enn at teir endaðu nr 2 í kappingini síðsta ár, aftaná teir hava dominera í nógv ár. Vit kenna jú Adrian - annars ikki so nógv. Men nú fara vit at hyggja eftir teimum

[object Object]
Jákup á Borg í dystinum móti The New Saints í 2015 (Mynd: Bjarni Enghamar)

Hvat skal so til fyri at B36 tekur tað eitt stig víðari?

- Tað er egentliga tað sama sum hóskvøldið: Ein óhugnaliga vilja til at strìðast fyri hvørjum øðrum og kanska eitt sindur av hepni.

B36 og The New Saints spæla á Tórsvølli 17. september. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder