Fótbóltur

Ynskilutakast hjá B36

The New Saints úr Wales vitjar Tórsvøll 17. september.

(Mynd: Bjarni Enghamar)

(Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-08-31 12:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Greitt er nú, at B36 fekk tað lutakastið, ið gevur liðnum tann besta møguleikan á pappírinum í 2. umfari í Europa League.

Høvuðsvenjarin Jákup á Borg segði við Portalin fyrr í dag, at The New Saints á heimavølli var tað, ið B36 ynskti.

Tað var júst hetta, ið hendi í Nyon fyri løtu síðani, tá nummar seks fyrst kom úr pottinum og síðani nummar tvey. Hetta merkir, at The New Saints, ið endaði nummar tvey í Wales í fjør, kemur á vitjan á Tórsvøll 17. september. 

Walisiska kappingin endaði í mars - The New Saints endaði á 2. plássi - og tískil er TNS ikki í dystarvenjing.

Seinast The New Saints vitjaði á Tórsvølli

Tó verður talan um eina torføra uppgávu hjá B36, tí walisiska liðið megnaði eftir longda leiktíð í farnu viku at sláa Zilina úr Slovakia út. Liðini hittust í Wales, og tað var Adrian Cieslewicz, ið fekk seinasta orðið við brotssparksmálið til 3-1 í 108. minutti. Hann er partvís uppvaksin í Vági og spældi við B36 í seinnu hálvu í 2014. Hann er bróður Lukasz Cieslewicz. Í 2015 spældi Adrian ímóti Lukaszi, tá TNS og B36 hittust í Champions League. Har var walisiska liðið sterkari og vann 6-2 samanlagt - 2-1 á Tórsvølli.

Lutakastið til triðja umfar í Europa League verður í morgin. Tá fáa B36 og KÍ, ið kemur inn í kappingina her, at vita síni møguligu mótstøðulið har.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder