
Síðani sunnudagin hevur B36-hópurin verið í høvuðstaðnum í Montenegro, ið hevur áleið 185,000 íbúgvar. Tað hevur verið fult fokus á dystin, ið verður hóskvøldið, og sum kann senda B36 víðari í Evropa League.
Tað endaði málleyst í Gundadali, tá OFK Titograd Podgorcia var á vitjan. Harvið er útgangsstøði hjá havnarfelagnum gott; hóast B36 hevði ynkst at havt eitt mál og ein sigur við sær avstað. Hinvegin fekk Titograd einki útivallarmál.
B36-hópurin er væl fyri, og hevur havt tvær venjingar í Podgoricia. Tann seinasta er á skránni í kvøld á tjóðarleikvøllinum, har tíðindafundur eisini er á skránni.
Mynd frá venjing hjá B36 í gjár (Bóltfelagið B36/Facebook)
Í B36 droyma teir um 2.undanumfar og Besiktas, men teir vita, at tað verður ein trupul uppgáva. Lið av Balkan og í Eysturevropa eru generelt sterk á heimavølli, og tað stendur til at vera beint undir 30 gradir, tá dysturin skal spælast; hóast tað er klokkan 20.30 um kvøldið. Í løtuni eru yvir 30 gradir í høvuðsstaðnum í Podgorcia.
Í samrøðu við Portalin í gjár, segði Erlendur Magnusson, at fyrireikingarnar hava gingið væl, og at B36 fer at spæla dystin nøkulunda sum tnan í Føroyum, men at hitin her verður ein avbjóðing.
Les eisini: Erlendur Magnusson: Skeg um vit spældu okkum víðari aftur
Dysturin verður leiktur á Podgorcia City leikvøllinum, ið hevur pláss til áleið 15.000 áskoðarar. Hann byrjar klokkan 19.30 føroyska tíð.
NSÍ spælir á heimavølli í annaðkvøld. Dysturin er á Svangaskarði, og verður bríkslaður í gongd klokkan 19.45. Hibernian vann heili 6-1 í Skotlandi, so í hesin dystinum er mest æran hjá NSÍ og møgulig føroysk stig uppá spæl.
Rættað og upptaderað 12.12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald