Fótbóltur

B36 og KÍ jagstra evropeiskt pláss

NSÍ legði í gjár trýst á, og í dag tekur KÍ ímóti ÍF, og B36 vitjar á Skála, har hvørt stig eisini kann gerast avgerandi í botnstríðnum. EB/Streymur og TB spæla við Margáir.

Liðini spældu 1-1 í Klaksvík mikukvøldið men skulu í dag vinna (Mynd: Sverri Egholm)

Liðini spældu 1-1 í Klaksvík mikukvøldið men skulu í dag vinna (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-25 12:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein "rakett" frá Rógva Egilstoft avgjørdi dystin millum NSÍ og Víking við Løkin í gjárkvøldið. Sølvi Vatnhamar hevði annars tvær ferðir svarað aftur við brotsspørkum, eftirat NSÍ var komið á odda, men málið hjá Rógva gjørdist tað seinasta í dystinum. Harvið hevur NSÍ nú fimm stig niður til KÍ og sjey stig niður til B36 - Vìkingur fer allathelst at enda nummar fimm triðja árið á rað.

3-2 sigurin hjá NSÍ í gjár merkir, at KÍ og B36 eru meira kroyst at vinna í dag. Bæði liðini eru stórfavorittar: KÍ í Klaksvík móti ÍF, ið einki hevur at spæla fyri, og B36 á Skála. Teir appelsinlittu blástu av álvara lív í botnstríðið við sigri á AB fyri viku síðani og kundu í gjár fegnast um, at HB fekk hálað ein sigur í land á Argjum í evstu løtu, og at B68 tapti í 1. deild. Harvið er tað framvegis so, at Skála bert skal brúka eitt stig afturat fyri at yvirliva, og tað er næstan endaliga greitt, at bert eitt lið flytur ni

B36 vitjaði á Skála 1. oktober, og tá var Skála leingi á sigurskós, men tað endaði 2-1 til liðið hjá Jákupi á Borg. Í dag eru trý stig alneyðug, um B36 skal fylgja við í stríðnum um 2. plássið, ið tryggjar evropeiska luttøku komandi ár - 3. plássið ger ikki tað í fyrstu sytu, tí tað er tengt at, hvør vinnur steypakappingina. KÍ er ikki við í steypakappingini, og tískil er trýst á føroyameistarunum at enda sum nummar tvey. Tað var ikki gleði í Klaksvík, tá Hilmar Leon Jakobsen skoraði til 3-2 á Argjum í gjár. KÍ skal vinna og skora nógv mál fyri at halda lív í FM-vónini, og trý stig móti ÍF, ið tapti 6-0 í Klaksvík í august, eru týdningarmikil í evropeiska stríðnum.

Við Margáir er so at siga einki uppá spæl. TB kann framvegis fáa fatur á EB/Steymi og 7. plássinum. EB/Streymur hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar millum liðini í ár.

Vit dagføra frá dystunum og taka samanum aftaná .



25. umfar í Betrideildini

Sunnudagur 25/19 (í dag)
Skála - B36 
KÍ - ÍF 
EB/Streymur - TB

Allir dystirnir byrjar klokkan 15

Í gjár - leygardagin 24/10

AB - HB (2-3)
27’ Øssur Dalbúð 0-1
33’ Hilmar Leon Jakobsen 0-2
48’ Bjarki Nielsen 1-2
72’ Leivur Guttesen 2-2
90’ Hilmar Leon Jakobsen 2-3

NSÍ - Víkingur 3-2
11' Jóhan Troest Davidsen 1-0
51' Sølvi Vatnhamar (br.) 1-1
60' Petur Knudsen 2-1
68' Sølvi Vatnhamar (br.) 2-2
79' Rógvi Egilstoft 3-2

Støðan í Betri deildini

1. HB (64 stig) 24 dystir
2. NSÍ (57 stig) 24 dystir
3. KÍ (52 stig) 22 dystir
4. B36 (50 stig) 23 dystir
5. Víkingur (44 stig) 24 dystir
6. ÍF (23 stig) 23 dystir
7. EB/Streymur (20 stig) 24 dystir
8. TB (15 stig) 24 dystir
9. AB (7 stig) 24 dystir
10. Skála (6 stig) 24 dystir

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder