Fótbóltur

HB við gummibeinum hálaði ein sigur heim í yvirtíðini

AB misti á stokkinum.

Hilmar Leon Jakobsen gjørdist aftur hesaferð dagsins maður, tá hann tryggjaði HB trý stig á Argjum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hilmar Leon Jakobsen gjørdist aftur hesaferð dagsins maður, tá hann tryggjaði HB trý stig á Argjum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-10-24 16:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað riggaði ikki væl hjá HB í dag, sum við 3-2 sigri móti argjamonnum nú er eitt fet tættari FM-heitinum.

Í fyrra hálvleiki bendi alt á, at tey trý stigini fóru til Havnar, tí við máli frá Øssuri Dalbúð í 27. minutti og Hilmari Leon Jakobsen í 33. minutti, vóru havnarmenn á odda 2-0 í steðginum.

Men beint fyri steðgin noyddist málverjin hjá HB, Teitur Gestsson, av vølli við skaða, og hetta tóktiskt at geva argjamonnum blóð á tonna. Tí í 48. minutti minkaði Bjarki Nielsen um munin fyri AB til 2-1, og alt var opið aftur.

Tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla, brúkti Samuel Johansen Chukwudi neyðbremsuna í einum AB-álopi, og varð útvístur. Hetta gav AB fríspark beint uttanfyri HB-brotsteigin, sum innskifti Leivur Fossdal Guttesen setti beinleiðis í netið.

2-2 og við illa spælandi HB-liðnum, bendi alt á javnleik. Men í yvirtíðini av dystinum, misti AB á stokkinum tá Hilmar Leon Jakobsen setti bóltin í netið fyri HB.

HB’ararnir kunnu fegnir fara heim til Havnar aftur við øllum trimum stigunum, sum eru umráðandi í FM-stríðnum. HB hevur nú 64 stig eftir 24. dystir.

AB - HB (2-3)
27’ Øssur Dalbúð 0-1
33’ Hilmar Leon Jakobsen 0-2
48’ Bjarki Nielsen 1-2
72’ Leivur Guttesen 2-2
90’ Hilmar Leon Jakobsen 2-3

Aðrir dystir í 25. umfar

Leygardagur
NSÍ - Víkingur (19:00)

Sunnudagur
Skála - B36 (15:00)
KÍ - ÍF (15:00)
EB/Streymur - TB (15:00)

Støðan í Betri deildini

1. HB (64 stig) 24 dystir
2. NSÍ (53 stig) 23 dystir
3. KÍ (52 stig) 22 dystir
4. B36 (50 stig) 23 dystir
5. Víkingur (44 stig) 23 dystir
6. ÍF (23 stig) 23 dystir
7. EB/Streymur (20 stig) 24 dystir
8. TB (15 stig) 24 dystir
9. AB (7 stig) 24 dystir
10. Skála (6 stig) 24 dystir

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder