Fótbóltur

B36 og Víkingur leggja trýst á hini í oddinum

Við útsigrum yvirhálaði liðini NSÍ og nærkaðust KÍ.

Brian Jakobsen sló til á sínum gamla heimavølli og tryggjaði B36 trý virðismikil stig (Mynd: B36)

Brian Jakobsen sló til á sínum gamla heimavølli og tryggjaði B36 trý virðismikil stig (Mynd: B36)

2019-05-17 22:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu dystirnir í 10. umfari, og harvið 2. triðinginum, av Betrideildini vórðu leiktir í kvøld. Skála og Víkingur skulu spæla seinnu hálvfinaluna í Kappingini um Løgmanssteypið mikukvøldið, so dystirnir hjá hesum liðunum vórðu lagdir Dýra Biðjudag. Skála tók ímóti B36, og Víkingur var á vitjan í Fuglafirði. Talan gjørdist um heilt ymiskir dystir, og tað er helst ikki so óvæntað, tá hugt verður eftir stigatalvuni.

Á Skála skuldu liðini royna at nærkast oddinum. B36 var trý stig frammanfyri Skála undan dystinum, og liðið hjá Jákup á Borg vann 1-0 á Skála í Gundadali í 1. umfari. Eyðun Klakstein stóð á odda fyri B36 í 2015 og 2016, og tað fyrra av hesum árunum vann B36 FM. Tað gjørdist tó ein annar maður, ið stóð yvirfyri sínum gamla felagið, ið gjørdist sigursharri.

Skála var meira á bóltinum fyrstu løtuna, men útiliðið var meira vandamikið. Í einari umstilling sendi Árni Frederiksberg ein frálíkan bólt í dýbdina til Benjamin Heinesen, men beint áðrenn hann fekk skot á, kastaði Jákup Jacobsen, ið var sprintaður aftur í brotsteigin, seg niður og fekk vart fyri. Í støðuni sá miðvejrin út til at fáa ein skaða, og hann noyddist út eftir eitt korter. Hansara avloysari legði Skála á odda. Eftir 25 minuttir fekk heimaliðið fríspark í góðari støðu, Niels Pauli Danielsen rakti fyrst múrin, men bólturin datt út aftur til klaksvíkingin, ið svingaði vinstra beinið og rakti bóltin serstakliga væl.  

B36 svaraði skjótt aftur. Hesaferð eydnaðist tað hjá Benjamini at fáa skot á, eftir at ein bóltur stakk leysur. Eftir 1-1 málið høvdu báðir málverjarnir sera góðar bjargingar, og beint fyri hálvleik burdi Fróði Benjaminsen lagt heimaliðið á odda. Veteranurin kom at standa púra fríur eftir eitt frísparksinnlegg, men fekk ikki stýrt stútaranum framvið Hans Jørgensen. Annars var tað útiliðið, ið kom til fleiri møguleikar.

Tað sá tó út til at fara at gerast talan um javnleik, men tá tjúgu minuttir vóru eftir, avgjørdi Brian Jacobsen dystin. Fyrrverandi áleyparin hjá Skála vann bóltin av verjuni, og var ísakaldur tá hann var einsamallur við Karstini Hansen. Hetta var fyrstu ferð, at Brian spældi á Skála í hvítari leikblusu, og sterki áleyparin skoraði sítt fjórða mál í Betrideildini. Málið avgjørdi dystin, og B36 vann triðja dystin á rað, og er nú á 2. plássi - tvey stig frá KÍ. Skála vann tveir teir fyrstu heimadystirnar í landskappingini ár, men er nú farið av vøllinum Undir Mýruhjalla fýra dystir á rað uttan stig- allir eru taptir við einum málið. Eftir eina lovandi byrjan er Skála nú nakað frá evropeisku plássunum.

EB/Streymur argaði Víking í Sarpugerði mánadagin. Javnleikurin var eitt afturstig hjá Víkingi eftir fýra sigrar á rað, men í kvøld kom liðið hjá Bagga aftur á rætta kós. Grananrnir ÍF fingu næstan ikki eitt bein til jørðina í Fløtugerði. Víkingarnir spældu væl og vóru ágangandi. Leiðslumál kom eftir eitt langt innkast úr vinstru, ið Heðin Hansen snittaði, og Gunnar Vatnhamar prikaði inn. Um miðjan fyrra hálvleik endaði Víkinga-álop við, at Dánjal Pauli Højgaard gjørdi sjálvmál. Tríggjar minuttir seinni breyt Sølvi Vatnhamar ígjøgnum í vinstru, fekk bóltin innfyri og har var Andreas Lava Olsen. 3-0 til Víking - trý mál uppá sjey minuttir.

[object Object]
(Lava skoraði eitt av málinum hjá Víkingi í Fløtugerði - Mynd: Jens Kr. Vang - Savnsmynd)

Fóturin fór eitt sindur av speedaraðnum eftir hett, men Víkingur sat á tí, og kundi fingið fleiri mál enn tað fjórða, ið Filip Djordjevic smekkaði í máliðið umvegis yvirleggjaran. ÍF skal hava stigini aðrastaðni, og heimadysturin móti AB næstu ferð er eitt eitt gott stað at byrjan - talan er um botngysara. Víkingur liggur nú væl fyri í topp-fýra og hevur samband upp til oddaliðið KÍ. Eftir sera umráðandi hálvfinaluna mikukvøldið er lykladystur á skránni móti HB í Sarpugerði í 11. umfari.

Sunnudagin bresta HB og KÍ saman í Gundadali, og hesin dysturin fær nógv at siga fyri Víking og B36, og møguliga eisini Skála. Dysturin á Argjum verður helst fylgdur tætt av fuglfirðingum.

10.umfar: 

Skála - B36 1-2 (1-1)
26' Niels Pauli Danielsen 1-0 
28' Benjamin Heinesen 1-1
69' Brian Jakobsen 1-2

ÍF - Víkingur 0-4 (0-3) 
19' Gunnar Vatnhamar 0-1
22' Sjálvmál 0-2
25' Andreas Lava Olsen 0-3
64' Filip Djordjevic 0-4

Støðan í Betrideildini: 
1. KÍ (23 stig) 
2. B36 (21 stig) *
3. Víkingur (20 stig) * 
4. NSÍ (19 stig)
5. Skála (15 stig) *
6. HB (15 stig) 
7. TB (8 stig) 
8. EB/Streymur (7 stig) 
9. ÍF (4 stig)  *
10. AB (3 stig) 

*Ein dyst fleiri

Sunnudagin (19/5): 
15.00: HB - KÍ
           EB/Streymur - NSÍ 

17.00: AB - TB

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder