B36 hevur sett Jóhan Hofgaard sum fysiskan venjara hjá felagnum. Jóhan hevur útbúgving innan ítrótt og venjing og royndir innan fysiska venjing.
B36 ger í løtuni rúm í niðastu hæddini, sum skal virka sum innandura venjingarrúm hjá leikarum í B36. Nýggj venjingarútgerð til hetta er útvegað, og er tað her, at Jóhan fer at hava fysiskar venjingar.
Jóhan fær ábyrgd av fysisku venjingini hjá bestu liðunum hjá B36, tv.s. Betri monnum og Betri kvinnum/G18, umframt fleiri av hinum liðunum.
B36 skrivar á heimasíðu síni, at felagið metir at hetta er ein røtt leið at fara og íløga at gera fyri at betra um venjingar og umstøður hjá leikarum í B36. Fyrr ella seinni fáa allir leikarar ágóða av hesum, so hvørt, sum teir koma upp í aldur.
Vónin er, at hetta fer at leggja lunnar undir enn betri leikarum hjá B36, skrivar felagið at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald