Fótbóltur

B36 skal royna at støgða KÍ

Klaksvíkskvinnur kunnu aftaná í kvøld vera heili níggju stig á odda. Fult umfar er í Betrideildini.

KÍ hevur vunnið á øllum liðunum, ið føroyameistararnir hava møtt higartil í ár. Millum annað kom ein 1-0 sigur til høldar móti NSÍ, sum í kvøld vitjar í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ hevur vunnið á øllum liðunum, ið føroyameistararnir hava møtt higartil í ár. Millum annað kom ein 1-0 sigur til høldar móti NSÍ, sum í kvøld vitjar í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-18 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er tætt ímillum dystirnar í Betrideildini hjá kvinnum í løtuni. Í kvøld fer fjórða umfarið í hesum mánaðinum í gongd, spælt varð farna sunnudag, og spælt verður aftur sunnudagin.  

KÍ hevur sett seg á kappingina. Føroyameistararnir vunnu tríggjar teir fyrstu dystirnar tepurt og vunnu síðani 3-0 á EBS/Skála sunnudagin. Fimm av teimum 12 dystunum í deildini higartil eru endðair við javnleiki, og einki annað lið enn KÍ hevur vunnið meira enn ein dyst. B36, ið skal royna at nærkast KÍ í kvøld, er heldur óvæntað ósigrað men hevur spælt tríggjar javnleikir.

[object Object]
HB og ÍVB spældu javnleik í Gundadali sunnudagin og eru langt frá KÍ í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

Um klaksvíkskvinnur vinna í Gundadali og NSÍ, og ÍVB spæla javnt verða níggju stig frá KÍ niður til nummar tvey. Talan verður helst um ein tættan dyst í Fuglafirði. Á Eiði er HB favorittur og leitar eftir sínum fyrsta sigri. EBS/Skála spældi ein góðan 2. hálvleik í Klaksvík sunnudagin, 

5. umfar: 
(19.00): KÍ - B36
               EBS/Skála - HB

(20.00): ÍVB - NSÍ

Støðan eftir fýra umfør: 
1. KÍ (12 stig)
2. B36 (6 stig)
3. NSÍ (5 stig)
4. ÍVB (4 stig
5. HB (3 stig)
6. EBS/Skála (1 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder