Í fjør eydnaðist tað hjá B36 at vinna seg í 2. umfar í Europa League. Tað gjørdi liðið við at vinna 2-1 í Montenegro á frálíkan hátt. Nú eru fyritreytirnar heilt ørvísi, tí tá hevði Titograd einki útivallarmál frá Gundadali. Nú er tað B36, ið einki útivallarmál hevur frá fyrra dystinum, og uppgávan er at skora minst tvey mál. Vansin hjá B36 er eisini, at um Crusaders skorar á Ovara Vølli í kvøld, so skal ártalsfelagið hava fýra mál.
Í Norðurírlandi vísti Crusaders nógva fysiska styrki. Liðið spælir klassiskt bretskt í tann mun, at tað er gróthart arbeiði og langir høgir bóltar; t.v.s beinleiðis spæl, ið dúga verður uppá. B36 hevði ilt við at fáa tamarhald á teimum longu bóltunum í Belfast, og 1-0 málið kom eftir innlegg, ið teir í hvítum ikki fingu vart fyri, og 2-0 kom eftir langan bólt uppá áleypara, ið snittaði víðari til tann næsta. Í spælinum stóð B36 annars ikki nakað aftanfyri, men tað haltaði við at skapa opnar málmøguleikar.
Hetta skal broytast í kvøld, um liðið hjá Jákup á Borg skal náa næsta umfarinum. B36 hevur eisini dygdirnar í álopspartinum og hevur nógvar steingir at spæla uppá: Lukasz, Árna, Michal, Stefan, Brian o.s.fr. Eitt mál tíðliga, allarhelst í 1. hálvleiki, har B36 samstundis heldur málið reint, hevði verið frálíkt, tí so hevði trýst komið á norðurírar. Heimavøllurin við áskoðarum og kendum umstøðum kunnu avgjørt vera ein fyrimunur, og HB vísti týskvøldið ímóti HJK Helsinki, at tað ber til at hótta, hóast útgangsstøðið ikki er gott.
Umráðandi stig fyri føroyskan fótbólt eru eisini uppá spæl, men í tonkunum á teimum í B36-leguni melur sjálvandi fyrst og fremst tankin um at koma víðari í kappingini. Hetta er ikki órealistiskt, og tað kann gerast eitt spenanndi kvøld í Gundadali.
Vit verða til staðar; hava dagføring og myndir frá dystinum. Aftaná taka vit samanum og fáa viðmerkingar.
Europa League 1. umfar, seinni dysturin
Gundadalur, 18.07 - kl.19.00
B36 - Crusaders F.C
Fótbóltur
B36 skal venda uppgerðini á høvdið
Steypavinnararnir skulu skora minst tvær ferðir í Gundadali í kvøld, tá Crusaders vitjar.
Fyri at spæla í 2. umfari komandi tvær vikurnar, eins og HB og KÍ, skal B36 fremja eitt megnaravrik í kvøld - Mynd: Sverri Egholm
2019-07-18 13:54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald