Fótbóltur

B68 greiddi ikki setningin í Leirvík

Toftamenn høvdu ein risa møguleika móti endanum, men við málleysa javleikinum flytir B68 ikki upp.

2018-10-27 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er helst langtsíðani, at tað hava verið so nógv fólk til fótbólt í Leirvík sum í dag. Serliga vóru tað nógv viðhaldsfólk hjá B68, ið kundi flyta upp við einum sigri í dag.

Í gjár varð dysturin í Sarpugerði avblástur vegna veður. Í dag varð hann tikin uppaftur í Leirvík í 13. minutti. Í min til í gjár vóru dýrdarlíkindi; kalt, men gott at spæla fótbólt.

Tað var talan um ein javnan fórbóltsdyst. Bæði liðini høvdu góðar møguleikar undan steðginum, men tað hendi annars ikki so nógv. Stórur partur av spælinum gekk fyri seg umkring miðjan vøll og fáir málmøguleikar vóru.

Sum minuttirnir gingu sást, at B68 hevði meira tørv á trimum stigum enn Víkingur. B68 kom eisini til onkrar støður, og heilt ímóti endanum hevði útiliðið ein risa møguleika, men bólturin vildi ikki enn. Støðan endaði við einum frísparki beint uttanfyri Víkinga-brotsteigin, men Geza Turi vardi væl fyri skotinum hjá Óla Olsen.

Tà Áron Sofus Vest bríkslaði fyri seinastu ferð var einki mál komið og harvið eingin fagnaður. B68 tók ikki av møguleikanum, ið Giza Hoyvík og HB gav liðnum at flyta upp, við sigrunum í gjárkvøldið. B68, NSÍ og KÍ enda øll á 52 stigum, men B68 hava verri málúrtøku enn hini væði. B68 skal harvið triðja árið á rað spæla í næstbestu deildini. 

Hetta hevur við sær, at tað er spenningur, tá seinasta umfar í Betri-deildini verður leikt seinni. AB kann fáa fatur á 07 Vestur, ið er tvey stig frammanfyri. Bert eitt lið av hesum flytir niður.

NSÍ vinnur silvur og KÍ fær bronsu. ÍF og B71 spæla í løtuni á Sandi.

Víkingur II - B68 0-0



  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder