Tann fyrsti av teimum átta dystunum á skrá í dag er júst liðugur í Trongisvági. Har tóku hvalbingar móti B68. Í 1. umfari koppaði Royn 2. deildarliðnum úr Hoyvík, men B68 úr næstbestu deildini var ein stórur biti hjá teimum í bláum og hvítum.
Toftamenn sótu á tí mesta av spælinum, meðan heimaliðið lá djúpt og satsaði uppá umstillingar; serliga langar bóltar afturum verjuna hjá B68, ið gjørdist hálvgum vandamiklir til tíðir. B68 kom á odda eftir eitt korter, tá Otto Reinert Petersen var á blettinum. Fyrsta korterið av hálvleikinum avgjørdi liðið hjá Svenn Olsen dystin. Veteranurin Debes Danielsen skoraði tvær ferðir, umframt at 16-ára gamli evnaríki miðvallarin, Áki Johannesen, kom á máltalvuna.
B68 kann nú við spenningi síggja fram til lutakastið til 1/4 finaluna. Fyri Royn úr 3. deild er steypaævintýrið liðugt.
Næsti dysturin byrjar kl.16.30, og tað er dagsins størsti dystur; hann er í Gundadali, har NSÍ er á vitjan hjá HB. Vit fylgja gongdini á forsíðu okkara, eins og í restina av dagsins dystum. Televarpið stroymir HB - NSÍ
Áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið:
Royn - B68 0-4 (0-1)
'15 Otto Reinert Petersen 0-1
'53 Debes Danielsen (br.) 0-2
'59 Áki Johannesen 0-3
'85 Debes Danielsen 0-4
Skráin restina av degnum:
2 | 10.04.19 | 16:30 | HB | NSÍ | - |
2 | 10.04.19 | 18:00 | Undrið FF | KÍ | - |
2 | 10.04.19 | 18:00 | TB | FC Suðuroy | - |
2 | 10.04.19 | 18:00 | SKÁLA | AB | - |
2 | 10.04.19 | 18:15 | B71 | ÍF | - |
2 | 10.04.19 | 19:00 | EB/Streymur | Víkingur | - |
2 | 10.04.19 | 19:00 | B36 | 07 Vestur |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald