Tríggir dystir í fjórðseinasta umfari í Betrideildini verða spældir í dag. Tað snýr seg um botnstríðið, stríðið um 4. plássi og sinnisliga yvirtakið í Gundadali.
Betrideildin 24. umfar
Í dag, leygardagin 28. september
15.00: ÍF - B68
17.00: EB/Streymur - NSÍ
17.00: B36 - HB
Sunnudagin 29. september
15.00: 07 Vestur - KÍ
Mánadagin 30. september
18.30: Skála - Víkingur
Støðan undan fjórðseinasta umfari:
1. Víkingur 63 stig
2. KÍ 57 stig
3. HB 51 stig
4. NSÍ 41 stig
5. B36 36 stig
6. 07 Vestur 27 stig
7. EB/Streymur 19 stig
8. Skála 18 stig
9. B68 14 stig
10. ÍF 7 stig
B68 hevur bert vunnið tríggjar dystir í ár, og um tað skal eydnast at koma av 9. plássinum og ikki fylta niður/spæla upp-og niðurflytingardyst, so er helst neyðugt við trimum stigum í Fuglafirði í dag - tað er trýst á Jákupi á Borg og hansara monnum, sum næstu vikurnar hava Skála og EB/Streym á skránni.
Trupulleikin hjá B68 er serliga málskjótingin: 14 mál skoraði eru sjey færri enn tað liðið, sum liggur niðast á tí listanum: ÍF. Niðurflytingin hjá ÍF verður helst staðfest heilt skjótt. Um nakar møguleiki yvirhøvur skal vera fyri at yvirliva, skal ÍF vinna í dag. Dysturin í Fuglafirði byrjar klokkan 15.
Jákup á Borg hevur boðað frá, at hann gevst á Svangaskarði eftir kappingarárið. Síðsta stóra uppgávan verður at halda B68 uppi í Betrideildini. Tað sær tungt út, men møguleikarnir eru har næstu vikurnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tveir dystir byrja klokkan 17. EB/Streymur tekur ímóti NSÍ og skal royna at halda niðurflytingastrikuni langt burtur frá sær. NSÍ skal í minsta lagi halda frástøðu til B36, og um úrslitini spæla væl av fyri uppflytararnar í kvøld, so kann 4. plássið so gott sum verða tryggjað. NSÍ hevur verið lýtalest móti liðum úr niðaru hálvu higartil - fyriuttan tapið í Sørvági í august.
Sí eisini: - Tími ikki nakað tvætl við at fara til næstbestu deildarnar í Skandinavia
Grannauppgerð verður í Gundadali. Umframt evropeiska stríðið hjá B36, so snýr dysturin seg um innanhýsis og sinnisliga fyrimunin undan steypafinaluni, sum verður 2. novemer. Júst B36 hevur tørv á tí: Ikki síðani apríl 2019 hava teir í syðra enda av Gundadali vunnið móti HB. Tað er ikki nógv ítøkiligt uppá spæl hjá Adolfo Sormani og hansara monnum í dag. Men hetta er slagið um Havnina.
Jann Benjaminsen og Ejvind Restorff Mouritsen í nærdysti. HB hevur vunnið báðar innanýsis dystirnar í ár 2-1, men B36 hevur havt leikligu yvirvágina í báðum (Mynd: Sverri Egholm)
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á forsíðuni á Portalinum. Televarpið vísir dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald