- Eg havi ein sáttmála, sum er galdandi næstu tvey kappingarárini eisini. Eg havi ikki avskrivað at fara uttanlands aftur, men eg tími ikki nakað tvætl við at fara til næstbestu deildarnar í Skandinavia. Hetta havi eg roynt og havi víst, at eg klári tað - havi eisini víst at kann standa meg væl í tí bestu deildini í Skandinavia.
Tað var ein bersøgin Petur Knudsen, sum fyri stuttum úttalaði seg til Portalin um, hvar hann spælir næsta ár - um hann møguliga fer útum landoddarnar aftur at royna seg.
- Tími ikki nakað tvætl í Skandinavia
Petur kom aftur til NSÍ síðsta vetur, og er hann høvuðsorsøkin til, at NSÍ liggur til evropeiskt pláss í løtuni. Tølini tala fyri seg: Sambært bolt.fo hevur kviki og ágangandi vongurin úr Saltangará 32 málstig í løtuni - Tað eru 15 mál, næstflest í Betrideildini, og 17 upplegg, flest í Betrideildini. Petur Knudsen fer helst at taka metið.
Hann hevur sáttmála við NSÍ fyri 2025 og 2026, men tað áhugi er fyri 26-ára gamla landsliðsspælaranum aðrastaðni. Tað var í ein mun væntað, at støðgurin í NSÍ ikki fór at vera langur. Evnini í álopskenda spælinum hevur hann avgjørt til meira enn Føroyar. Hetta vísti vongurin millum annað í Lyngby í serliga 2021 (í næstbestu donsku deildini) og í 2023 (Superliguni) - tá hann var heilt til reiðar at spæla.
Petur Knudsen vendi aftur frá skaða og var við at skapa og skora týðandi mál fyri Lyngby, so at liðið helt sær í Superliguni í 2023. Síðani fór hann at royna seg í USA - nakað ið ikki eydnast so serliga væl.
Petur Knudsen ger nú tað púra greitt, at um hann skal fara úr barndómsfelagnum aftur, so skal tað "ikki vera nakað tvætl í Skandinavia":
- At fara í næstbestu deildarnar í londunum kring her, tað liggur ikki í kortunum. Tá tími eg betri at kappast um heiðursmerki og annað við NSÍ - enn at liggja og tvætla í næstbestu deildunum í Skandinavia. Um tað er, so hyggi eg heldur longur. Og um eitt tilboð kemur úr einari heilt góðari deild, so skal eg ikki avskrivað tað, men sum sagt: Eg havi ein trý-ára sáttmála og virði hann, so leingi einki annað meira spennandi liggur á borðinum.
So tað er antin okkurt heilt spenanndi uttanlands ella barndómsfelagið næstu árini?
- Ja, ja. So skal tað vera okkurt, har eg síggi, at man kann blíva ein betri fótbóltsspælari og okkurt meira spennandi enn at spæla í Hjørring ella onkustaðni í Norðurnoreg; ella sum heild í næstbestu deildunum. So um eg sleppi framvið Skandinavia, so kann tað verða, at eg fari avstað aftur.
Deildunum er einki galið við, og landsliðsspælarin skilur, at hetta kunnu vera góð fet. Tað er bara ikki fyri hann beint nú:
- Tað er ikki tí, at eg haldi, at hasar deildirnar eru vánaligar, ella at spælarar ikk i kunnu flyta seg har. Tað er bara tað, eg havi roynt nakað líknandi, og eg vil nakað annað, um eg fari uttanlands aftur, slær Petur Knudsen fast.
Taka ein dyst í senn í Runavík
Við javnleikinum móti B36 fyri 13 døgum síðani tryggjaði NSÍ, at frástøðan á fimm stig helt. Tað er hon framvegis, nú bæði liðini hava fýra dystir eftir. Tá vit tosaðu við Petur Knudsen eftir javnleikin í Gundadali viðurkendi hann, at tað var ein lætti á degnum at fáa stig - hann vildi tó ikki siga nógv meira um týdningin av 4. plássinum.
- Okkara málsetningur fyri árið var at enda í topp-fimm, og tað klára vit. Nú taka vit bara ein dyst í senn, og so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkir.
NSÍ spælir í Streymnesi klokkan 17 í dag. B36 spælir samstundis móti HB. Harvið kann tað fella soleiðis, at liðið hjá Jens Wedeborg so at siga tryggjar sær 4. plássið í dag. Hetta gevur evropeiska luttøku fyri uppflytararnir, um so er at B36 ikki vinnur steypafinaluna móti HB.
- Kann fáa fleiri mál fyri landsliðið
Petur Knudsen var 23-ára gamal, tá hann spældi sín fyrsta A-landsdyst í 2021. Hetta hóast hann hevði verið álopskendur profilur í Betrideildini í nøkur ár og eisini ársins spælari í 2020.
Samanlagt hevur Petur spælt 17 A-landsdystir. Bert einaferð hevur hann spælt frá byrjan í kappingardysti: Tað var sum einsamallur áleypari á Tórsvølli móti Kekkia í EM-undankappingini í fjør. Føroyar fingu einki at hanga saman tann dagin og taptu 3-0. Síðani fekk Petur løtur móti Albania (heima tríggjar dagar seinni) og í Noreg men annars samanlagt fáar landsliðsminuttir restina av árinum - millum annað null minuttir í tveimum dystum eftir at hann varð komin úr USA, har vongurin misti endaspælsdystir afturfyri.
Petur Knudsen til landsliðsvenjing. Hann verður heilt víst í hópinum, sum Håkan Ericson úttekur til lagnudystirnar móti Lettlandi og Armenia í oktober. Spurningurin er so, hvønn leiklutin mest vandamikli spælarin í Betrideildini í ár fær (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Ein álvarsami skaði í 2022 hevur órógvað A-landsliðstíðina, men tað er sum skilst serliga vantandi áræði í verjukenda spælinum og kapping við annað slag av spælarum, sum forðar fyri, at Petur Knudsen fær meira spælitíð á hansara nátúrliga plássið sum vinstri vongur - ella spælitíð sum heild. Hann byrjaði eisini á bonkinum í dystunum móti Norðurmakedónia og Lettlandi fyrr í mánaðinum. Portalurin hevur spurt Petur um hansara støðu á landsliðnum.
- Tú ert komin uppum 30 málstig men byrjar ikki inni á landsliðnum - einum liði ið sum heild hevur trupult við at skapa málmøguleikar og at skora mál. Hvussu hongur tað saman?
- Ja, tú spyrt tann skeiva persónin handan spurningin. Men eg havi so spælt í fimm landsdystum í ár, og føli at í hvørjum dysti havi eg skapt ein stóran málmøguleika ella eri komin til ein stóran málmøguleika. Havi eisini fingið eitt mál (Estland í Baltic Cup, red.) og veri nær við at fingið fleiri...vit hava ikki skorað so nógv mál seinastu tíðina á landsliðnum, og tað haldi eg, at eg kann hjálpa við. Men tað er jú landsliðsvenjarin, sum tekur støðu til hvør spælir.
Petur Knudsen skoraði í venjingardysti í Estlandi fyrr í ár, tá hann byrjaði inni. Hetta var hansara fyrsta A-landsliðsmál. Hann burdi eisini skorað í Riga herfryi, tá hann kom inn (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Hann kom inn í Lettlandi sum høgri vongur og kom til størsta føroyska málmøguleikan. Petur kundi og burdi havt javnað til 1-1 seint í dystinum eftir hart og gott innlegg frá Adrian Justinussen úr vinstru - ein annar álopskendur profilur, sum ikki hevur spælt serliga nógv á A-landsliðnum.
- Ja, sjálvandi irði eg meg nógv um handan møguleikan. Eg skuldi bara rakt málið, so hevði tað verið 1-1. Men hatta slagið av innleggi - sjálvt um tey eru góð - so eru tað ofta trupul at halda bóltinum nirði, tá hann kemur fram, tí tey eru so hørð. Eg komi eisini til bóltin við skeiva beininum, og raki hann kanska ov væl. Men jú...handan skal eg skora uppá.
Umframt leiklultin sum innskiftara á vonginum - vinstra og høgra - hevur landsliðsvenjartoymi roynt Petur Knudsen sum einsamallan áleypara. Hetta riggaði fínt í venjingardysti í Oslo í fjør, men heildarmyndin higartil er, at ein av vandamiklastu álopskendu spælarunum í føroyskum fótbólti seinastu árini, sum eisini vísti seg væl fram í donskum fótbólti, tá hann var heilt tøkur, ikki hevur foldað seg út á A-landsliðnum enn.
Petur Knudsen setti sjálvur fleiri orð á støðuna seint í fjør. Hann heldur, at síni avrik í NSÍ og Lyngby hava víst, at hann hevur uppiborið meira spælitíð á landsliðnum, ið hevði - og hevur - ávísar avbjóðingar í álopskenda spælinum.
Sí samrøðuna her: Petur:- Havi víst hvørjum stigi eg kann spæla á
Hann verður heilt víst í hópinum, sum Håkan Ericson úttekur til lagnudystirnar móti Lettlandi og Armenia á Tórsvølli í oktober. Spurningurin er so, hvønn leiklutin mest vandamikli spælarin í Betrideildini í ár fær.
Sí eisini:
Rættað og dagført: 10.39
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald